Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Uttan Fólkaflokkin á Fólkatingi seinastu 15 árini, hava óloyst mál hópað seg upp. Nú er tíð til broyting.

Vil her nevna nøkur dømi um óloyst mál millum Føroyar og Danmark.

- Vit ynskja at yvirtaka Íleggingargrunnin (700 mió kr), men danir siga nei.

- Vil vilja yvirtaka okkara loftrúm (yvir 100 mió kr um árið), men danir siga nei.

- Vit vilja hava limaskap í fleirtjóða felagsskapum, so sum WTO (heimshandilsfelagsskapurin), IOC (Olympisku leikirnir) og ST (Sameindu Tjóða), men danir siga nei.

Sitandi fólkatingsumboð hava ikki megnað nakað hesum viðvíkjandi.

Fólkaflokkurin hevði stóran leiklut á Fólkatingi, tá vit fingu undirgrundina og eisini tá vit gjørdu bankaavtaluna.

Vit vilja kempa fyri tí leiðini aftur.

Fáur man ivast í, at Fólkaflokkurin hevur ávirkan, har hann er.

Tíðin er til broyting.

Jørgen Niclasen,
valevni Fólkaflokksins til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo