Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jenis av Rana leggur ikki fingararnar ímillum í samrøðu við VP um ákærur frá Amnesty mótvegis Ísrael.

Í hesum døgum innsamlar Amnesty undirskriftir í sambandi við, at felagsskapurin átalar Ísrael fyri at vera ein apartheitsstat. 

Sum øll vita, er Miðflokkurin ein "pro Ísraelsflokkur" og hevur eisini tikið stig til at seta á stovn eina sendistovu í Ísrael.

Tí er áhugavert at vita frá formanni Miðfloksins, sum eisini er uttanríkismálaráðharri (og mentamálaráðharri) hvat hann heldur um hetta stuntið hjá Amnesty. 

Jenis av Rana varð fyrst spurdur, um hann heldur at Amnesty hevur rætt í síni søk, at leggja Ísrael undir at verða ein apartheitsstat.

Jenis av Rana er greiður í sínum svari: 

- Ákæran frá Amnesty International móti Ísrael er syrgilig! Men meira syrgiligt er, at føroyska deildin hjá Amnesty ikki hevur lúkað hesa ákæruna burtur, men tvørturímóti hevur týtt hana til føroyskt og almannakunngjørt hana.

Jenis av Rana leggur afturat at ákæran váttar, at Amnesty ikki við opnum sinni, men stýrt av fordómum, hevur latið hesa kanning gera.

- Tey hava ikki sett seg inn í, hvat apartheid ella apartheideitstatir eru kendir fyri - tíansheldur hvussu støðan í Ísarel er.

Jenis av Rana sigur víðari:

- Ísrael er jú, sum øll (uttan Amnesty?) vita, einasta fólkaræði í Miðeystri. Eitt mynstursamfelag, sum á besta hátt roynir at verja seg móti áloypandi grannum, hvørs grundarstøði er bygt á tað mótsatta av fólkaræði, nevniliga einaræði og fólkakúgan. Grannar, hvørs fremsta mál er at oyða Ísrael og tað djarva fólk, sum har búleikast.

- Nei, eisini á hesum øki, á sama hátt sum t.d. í ”fosturtøkupolitikki” teirra, er Amnesty farið langt av leið. Tey fremja teirra virksemi fjart frá veruleikanum!

Sum nevnt hevur Landsstýrið við Jenis av Rana og Miðflokkinum á odda, sett á stovn sendistovu Føroya í Ísrael. Fer ein slík ákæra at hava ávirkan á politikkin hjá Landsstýrinum viðvíkjandi sendistovu Føroya í Ísrael? 

- Á nei, als ikki! Vit gleðast yvir kærleikan, sum flestu føroyingar hava til Ísrael og yvir tað samband, sum varð knýtt millum Ísrael og Føroyar fyri góðum ári síðani, tá vit lótu upp sendistovuna okkara í landi jødanna. Málið er at knýta enn tættari vinarbond við landið og fólkið, sum hevur givið ikki bert okkum, men øllum heiminum, so nógv. Vit fara framvegis at njóta og styrkja vinskapin við Ísrael og fólk tess, eitt fólk og land, sum hevur uppiborið allan okkara stuðul, svarar Jenis av Rana greitt. 

Føroyingar munnu vera millum heimsins fremstu ísraelsvinir. Spurdur um hann heldur, at hendan ákæran eisini er ein ákæra mótivegis hesum føroyingum, sum Ísrael er so kært fyri. Kunnu vit yvirhøvur taka Amnesty fyri fult?

 - Rætt hevur tú í, at hetta, umframt at vera ein grov ákæra móti vinum okkara í Ísrael, eisini er ein grov ákæra móti mongum føroyingum. Men flestu føroyingar kenna søguna, bæði um apartheid og um Ísrael so væl, at teir megna at sálda burtur hesi ósannindini.

At enda sigur Jenis av Rana:

- Nei, ongin eigur at taka hetta álopið frá Amnesty fyri fult, eins lítið og vit kunnu taka ”fosturtøkupolitikkin” hjá hesum felagsskapinum fyri fult!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo