Tað verður heldur ongin kirkjugongd næsta vikuskifti. Tað hevur leiðslan í fólkakirkjuni boðað prestum og kirkjum kring landið frá. Ongin Kirkjugongd hevur verið síðani áðrenn jól, og hetta næsta vikuskiftið verður eisini tikið við, har ongin kirkjugongd verður.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur annars, at tað er ov nógv ógreiða í teimum tilmælum, sum koma frá landsins myndugleikum. Hann vísir á, at sambært skipanini við ferðsluljósum, sum fólkakirkjan hevur roynt at hildið seg til, átti stongsulin at verið meira umfatandi enn hann hevur verið.
Biskupur saknaði í samrøðu við Kvf í morgun, at tað bleiv meldað meira greitt út, hvat er galdandi og ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo