Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-132/2021 frá Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnu, settur Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum. Um listaliga miðstøð.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ætlanir eru við gamla studentaskúlanum í Hoydølum?

2. Er ætlanin at gera gamla studentaskúlan í Hoydølum til eina listaliga miðstøð?

3. Um nei, hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri sær fyri at fáa eina listaliga miðstøð?

Svar
Til 1:
Endalig støða er ikki tikin til, hvat skal henda við gamla studentaskúlabygninginum í Hoydølum. Sum kunnugt hava samráðingar verið við Tórshavnar kommunu um eitt slag av býti, har økið í Hoydølum kring gráa skúlabygningin og parkeringsøkið kring henda verða seld kommununi, meðan landið so keypir partin hjá Tórshavnar kommunu av ognunum á Frælsinum, so farast kann undir at gera eitt nýtt kampus á økinum. Aðrar ætlanir verða eisini umhugsaðar í hesum sambandi, men í løtuni er tað ov tíðliga at siga nakað meiri ítøkiligt um hesar.

Til 2: Sum spyrjaranum allarhelst longu er kunnugt, hevur landsstýrismaðurin gjørt sáttmála við LISA, so hesi í dag kunnu brúka partar av gamla Sanatoriinum til teirra skapandi virksemi. Harvið er lív komið aftur í Hoydalar, og tað er til stóra gleði fyri okkum øll.

Ongin nágreinilig ætlan fyriliggur í løtuni um at gera gamla studentaskúlabygningin til listaliga miðstøð.

Til 3: LISA hevur sum sagt fingið part av ognunum í Hoydølum til leigu til sítt skapandi virksemi, og hetta fegnast mong um. Um endalig semja fæst við kommununa, er ein møguleiki, at LISA og kommunan gera eitt samstarv um brúk av gráa bygninginum til listalig endamál. 

Um eingin semja fæst í lag við kommununa, kunnu onnur uppskot gerast aktuell, m.a. um eitt víðkað samstarv millum landið og LISA um brúk av bygningunum í Hoydølum. 

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo