Tað verður ongin svimjing til Nólsoyar í dag, sum annars ætlað.
Tað hevur annars verið fastur táttur á Ovastevnu tey seinastu árini, men í ár er tiltakið avlýst vegna mjørka.
VP frættir, at tað verður ikki hildið ráðiligt at svimja, tá sýnið er so vánaligt sum tað er í dag.
Myndin er frá svimjingini í fjør.
Ólavur Frederiksen tók hana.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo