Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Øll feløgini í Betri Deildini hjá monnum vóru savnað í FSF húsinum í kvøld (red. mikukvøldið 11. mars), har støðan í deildini var umrødd, eftir at fyrsta umfar var útsett leygardagin.

Eftir drúgva viðgerð var avgjørt, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum í mars mánað skulu spælast uttan áskoðarar.

– Vit taka tilmælini frá heilsumyndugleikanum viðvíkandi coronasmittuni í størsta álvara. Saman við læknafrøðiliga ráðgeva okkara, Elmari Ósá, hava vit lýst avbjóðingarnar við smittuni fyri feløgunum.

– Eg fegnist um, at FSF og feløgini saman hava tikið avgerð um at spæla fyrstu tvey umførini uttan áskoðarar, sigur Róin Schrøter, varaforseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Betri Deildin hjá monnum byrjar sostatt sunnudagin 15. mars, tá 1. umfar verður spælt, uttan áskoðarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo