Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er skelkandi at ein fólkavaldur løgtingslimur ikki er betur vitandi. Og at hesin sami, setur niður á eitt av fáu tingunum, ið hevur klárað allar kreppur, ið hava skola inn yvir Føroyar í áratíggjur.

At nevndin í SEV er mannað við kommunalpolitikarum er ikki nakað nýtt, og kemur ikki sum nakað yvirraskilsi hjá okkum flestu.

SEV undir leiðslu av kommunalpolitikarum hevur klárað at riðið allar kreppur av sær við glans.

Tað fer SEV fram yvir eisini at gera og fer at gera so leingi, at tað eru kommunalpolitikarar við hjartanum á rætta stað, ið leiða SEV.

Tá Johan Dahl peikar eftir SEV og kommunalpolitikarum, so peika fleiri fingrar inn eftir móti Johan Dahl sjálvum.

So tað er neyvan sømuligt at peika?

Flest allir kommunalpolitikarar eru sera dugnaligir og kundi Johan Dahl og onnur við honum lært nógv av hesum.

Eitt, ið øll kundu lært er: If it ain´t broken don´t fix it –

Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík
Streymbrúkandi
Samfelagsborgari
Bygdarráðslimur í Hvalbiar Sóknar Kommunu                                                  
Nevndarlimur í Suðuroyar Sambandsfelag
Fyrrverandi varaborgarstjóri í Hvalbiar Sóknar Kommunu 2009 - 2012
Fyrrverandi 1. Varatinglimur fyri Sambandsflokkin 2011 - 2015
Fyrrverandi nevndarlimur í SEV 2009 - 2011

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo