40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nú skal sjálvandi tað sigast fyrst og fremst, at nógv kann broytast, tí enn er ein lítil vika til Ólavsøku. Men veðurtænastan windfinder á netinum, sum annars plagar at vera eftirfarandi, hevur ikki tað bestu forsøgnina um ólavsøkuveðrið.

Ólavsøkuaftan verður ikki so galið, lot av landsynningi, sum ofta gevur mjørka í Havn, so har er alt sum tað eigur at vera, ber kanska til at siga, og onkur regndropin skal koma um kvøldið eisini.

Ólavsøkudag, sum er dagurin við skrúðgongu og føroyskum klæðum, regnar aftur longu frá morgunstundini og tað verður fitt av vindi, einar 10-12 metrar um sekundið longu um middagsleitið og heilt upp í 20 metrar um sekundið í hvirlunum. Seinni veksur vindurin enn meira, men tað fer helst at slíta í.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo