Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vit jarðaðu Súsannu Johannesen á Skála í atventini 2023. Ein góð og sorgblíð  jarðarferð, har frelsarin Jesus var tann berandi bulurin í øllum. Ein aldrandi kvinna legði frá sær mett av døgum. Vanliga var hon nevnd Sanna á Berjarheyggi.

Sanna var ein megnar kvinna í sínum heimliga virki á bóndans garði. Hon var ein vælsignað mamma fyri synirnar. Hon legði gott í beinini á teimum, ið allir tríggir komu væl undan og nørdust í tali. Tey ungu, ið høvdu notið væl av hennara blídliga lyndi og fevnandi umsorgan, syrgdu sáran ommuna.

Kendi væl Sannu frá Meinigheitshúsinum og kirkjuni á Skála. Tað var lætt hjá presti at samstarva við hana, tí hon var ein andalig eldsál. Hon var kirkjuverji í mong Harrans ár. Hon fekk heiðursmerki í silvuri frá Hennara Hátign Drotning Margrethu fyri trúgva og drúgva tænastu í Skála kirkju.

Eftir jarðarferðina var ervið í Bygdarsalinum. Har hitti eg ein aldrandi stranding, ið komin nakað til árs búsettist í Fuglafirði. Maðurin var Jóhannes Martin Olsen, ið vit kenna sum fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmann.

Jóhannes Martin var virkin í Heimamissiónin í mínum barnaárum. Ein so ómetaliga vitandi og vísur maður í tí heilagu Skriftini. Ein prædikumaður av Guðs náði, ið tey seinnu árini gjørdist virkin í tí karismatisku rørsluni, sum vit í dag kenna sum Keldan í Skálafirði.

Tosaði mangan við Jóhannes Martin í míni fyrstu tíð sum prestur. Eg kendi tað rætt at prædika Kristus allastaðni, har heitt var á meg, hóast kirkjumaður um ein háls. 

Jóhannes Martin hjálpti mær, tá ið eg onkuntíð rendi meg fastan og upplivdi, at sjónarringurin var vorðin ov smalur. Mær dámdi ikki andaligt stríð millum brøður og systrar í Harranum, hóast stríðsøksin alt og ofta er nýtt millum ár og dag.

“Takk fyri eina rimmar talu í dag.” Soleiðis heilsaði mín vegleiðari mær og legði afturat, “tað var sum um eg sá eingilin við tína lið.”

Hann sipaði til brævið, ið eg sendi honum í januar 1990. Brævið viðgjørdi ta fyri mær fløktu andaligu støðuna í áttatiárunum, ið órógvaði sálarfriðin hjá mongum. Vit bæði ynsktu og ræddust samstarvið millum fólkakirkjuna og fríkirkjurnar.

Eg havi fortrongt hetta brævið, tí saman við brævinum var opinberingin, ið mær var givin í januar mánaði 1990.

Forsøgan er í stuttum henda. Prestur var á umreisu úti í Svínoy, og hetta vikuskiftið var tilhaldið í Heimistovu hjá bóndahjúnunum Irenu og Jógvani Joensen. Hendinga fitt og góðslig fólk, blídlig og týdlig. Rík minni um friðsælar og vælsignaðar løtur.

Opinberingin er bæði sterk og ræðandi. Møguliga hevur mítt lív sum prestur lagað seg nøkulunda, svá opinberingin segði. Møguliga er talan um eina profetiska útsøgn?

Tað hevur verið mangt og hvat á mínari lívsleið. Lættar sum tyngri uppgávur, fólksins neyð og sorg. Og ikki minst tey persónligu mistøkini, ið elva til kvøl og trega.

Havi nú valt at siga frá opinberingini í eini andakt á VP.  Mítt samtíðar vitni – ein tilkomin strandingurin – býr í Fuglafirði. Hann var mín andaligi vegleiðari frá ungum árum. Hann fekk eitt avrit av opinberingini sendandi tríggjar dagar seinni.

Sunnunáttina 7. januar 1990 svav eg í Heimistovu. Allan leygardagin hevði eg grundað um tað, ið hevði við trúboðaraskipið Anastasis at gera.

Eg svav í einum stórum kamari. Eftir bønarhald sá eg sum so mangan, at mín verndareingil var komin við út í oynna. Hann sat hjá mær so friðsælur og blíður.

Eg trúgvi, at Guðs einglar fylgja okkum fram á leið. Eingilin sat á songarstokkinum og helt vakt yvir einum av Harrans mongu tænarum. Eingilin sigur við meg:

“Eg búgvi teg út við andans megi. Eg gevi tær mátt og mikla styrki. Vís kærleika! Hav Andans svørð bundið um lendarnar, men tó í slíðra.

Eg gevi boð, tá trúar svørðið skal hevjast. Eg eri við tær, og svørð títt vinnur sigur í Jesu navni. Eg lati kamar títt fylla við vitsku. Goym hesa megi.

Verður tú spardur fyri álop, tú og tín kirkja, so fær ikki í bardaga. Eg havi givið tær trúgv og anda. Prædika Kristus og Guðs náði og ver góður við øll menniskju.

Halt fram sum fyri er slóðað! Eg verndareingil tín og sendiboð Harrans komi aftur til tín við boðum. Eg fylgi við og eri hjá tær.

Verð kvirrur í staði tínum, inntil stórar dyr verða lætnar upp á víðan vegg. Tá skal tú siga: “Øll eiga Kristus. Øll eiga rættin til himmalin. Øll tey kristnu eiga alt í Jesusi.””

Skrivaði orðini niður á eitt blað. Sovnaði skjótt aftur. Í lýsingini, tá ið reis fyri degi, visti eg, hvat mær hevði verið fyri. Amen.

Orðið: “Og tað skal verða á hinum evstu døgunum, sigur Guð, tá skal eg hella út av anda mínum yvir alt hold; og synir tykkara og døtur tykkara skulu profetera, og ungmenni tykkara skulu síggja sjónir...” (Ápostlasøgan 2,17).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo