Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Móðurmálið og vitlíki - á hvørjum máli samskifta vit? 

Mentanarvika er í Runavíkar Kommunu í døgunum 21.-28. apríl, og føroyska málið fær høga raðfesting í  skránni, eins og undanfarnu árini.

Mánakvøldið verður spennandi orðaskifti um vitlíki og føroyska málið í Løkshøll í Runavík, har ymiskir luttakar fara at siga sína hugsan um evnið.

Orðaskiftið er skipað undir yvirskriftini ”Móðurmál og vitlíki – á hvørjum máli samskifta vit?”

Vitlíki er eitt hent amboð, sum nógvir føroyingar longu brúka í gerandisdegnum. Fyri at ikki verða eftirbátar, er neyðugt at seta sjóneykuna á vitlíki og støðuna hjá føroyska málinum, siga fyrireikararnir úr Runavíkar kommunu.

Spurt verður hvussu føroyingar brúka vitlíki og á hvørjum máli vit orða okkum. Hvørjar avleiðingar kann tað fáa, um føroyskt ikki er tøkt á vitlíki? Og hvør hevur ábyrgdina av, at menna føroyska máltøkni soleiðis at okkara mál eisini gerst ein valmøguleiki á vitlíki?

Katrin Petersen er orðstýrari, og kjakbólkurin er umboðaður av viðkomandi listafólki, máláhugaðum og fólki, ið brúka vitlíki í gerandisdegnum.

Fundarfólkið fær eisini høvi at koma til orðanna um evnið. Umframt málsliga kjakið, kunnu vit gleða okkum til góðan, føroyskan tónleik við Daniu O. Tausen og Ragnari Finsson.

Orðaskiftið verður mánakvøldið 22. apríl klokkan 19 í Løkshøll í Runavík. Tiltakið er ókeypis.

Sí annars fjølbroyttu skránna hjá Mentanarvikuni á mentanarvikan.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo