40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Hanna Vang

Mynd: Hanna Vang

Komandi leygarkvøld bjóða Sirkus og íslendska bryggjaríið Borg Brugghús til veitslu í Bjórkovanum, ið er nýggja ølbarrin í Sirkus.

Þorrablót er ein íslendsk vetrarhátíð, sum fer fram júst hesar dagarnar, har fólk um alt Ísland hevur veitslur og etur íslendskan tjóðarmat, lesur úr gomlum bókmentum, drekkur íslendskt brennivín – og seinastu árini eisini íslendsku stout'ina Surtur, ið Borg Brugghús framleiðir hvørt ár upp undir hátíðina.

Tað er júst hetta, tey fara at gera í Bjórkovanum leygarkvøldið 11.februar. Hetta verður ein ókeypis veitsla, har tey borðreiða smakkiroyndir av stoutini Surtur, durasnaps av íslendskum Brennivíni og íslendskan og føroyskan tjóðarmat afturvið. Bryggjarin hjá Borg, ið eitur Sturlaugur Jón Björnsson, presenterar ølirnar.

Tað byrjar kl 20 og verður borðreitt til tey fyrstu, inntil kvotan er uppi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo