Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður regn ella ælaveður allan dag, tað verður strúkur í vindi av útsynningi og hitin um 9 stig.

Týsdagin skýggjað men turt fyri tað mesta, eitt lítið lot av ymsum ættum og hitin 6-8 stig.

Mikudagin verður ættin landsynningur og hann frískar sum frálíður vindin, skýggjað men turt og hitin um 8 stig.

Hósdagin hvassur vindur av landsynningi, sólglottar, serliga fyrrapartin og hitin um 9 stig.

Fríggjadagin skrið ella stormur av landsynningi turt og sólglottar og hitin um 7 stig.

Næsta vikuskifti verður nógvur vindur av landsynningi, serliga leygardagin, sunnudagin fer at regna og hitin um 7 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo