Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Jógvan hevur givið hina fjórðu krýniku sína út fyri kortum. Tær fyrru snúðu seg um grannalagið kring um Tinghúsvegin, fjølskyldu í Syðrugøtu og í Havn, felagslív í Tórshavn o.m.a. Í minni mun vóru tær skrivaðar til ein breiðan skara, men vit, sum hava verið ein partur av tí mesta, fingu nógv burturúr.

Mín krýnika 4 er harafturímóti ein bók, sum øll eiga at lesa. Her er tað journalisturin, sum situr á fyrstu parkett, tá stórar hendingar fara fram í Føroyum, ið sigur frá sum fyrsta honds kelda. Útvarpið, Atli P. Dam, Erlendur Patursson, Hilmar Kass, stríð um fiskireiðsskap, EEC-málið, Brúgvin um Streymin og undirstøðukervi, flogvanlukkan í Mykinesi, útvarpsverkfall, fólkatingsvalið, táið tað varð um reppið, at Zacharias Wang varð valdur á Danating og epokan við Mogensi Wahl.

Hetta er krás fyri svangar gómar, ikki minst fyri okkum, sum fingu okkara politiska og samfelagsliga tilvit hesa tíðina. EEC-málið og spurningurin um fiskimarkið fylti nógv. Jógvan gekk í hølunum á føroysku politikarunum, hetta hevði ikki verið vanligt, líkamikið um teir vóru á EEC-borgini, í Keypmannahavn ella í Nuuk. Minnið er gott, og keldurnar liggja fyri hondina í egnum samrøðum, bløðunum og í Løgtingstíðindum.

Nú eg eri liðugur at lesa, kann eg staðfesta, at hetta er ein óvanliga informativ bók, sum gevur eina sera góða lýsing av tí, sum fyrifórst í seksti- og sjeytiárunum í Føroyum. Ikki óvæntað er bókin væl skrivað, málsliga væl frágingin og løtt at lesa.

Tey flestu vita, hvør politiski observansurin hjá høvundanum er, men tað sæst ikki aftur í  bókini. Hetta er ein rein journalistisk forteljing um tað, sum systkinabarnið upplivdi sum forvitin tíðindamaður fyri hálvari øld síðani.

Bókin fær við hesum fáu orðum mítt besta viðmæli. 

Tórbjørn Jacobsen 
oktober 2018 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo