Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ovastevna: Keiin var full av fólki, tá ið Karlot Hergeirsson, løgtingsmaður, í dag setti árligu ovastevnuna í Nólsoy. Í góðveðrinum setti Havnar Hornorkestur sín serliga dám á løtuna.

Í setanarrøðuni segði Karlot Hergeirsson m.a., at hetta vikuskifti er Nólsoyggin miðdepilin í øllum Føroyum, og tí var hann ikki sørt errin av at fáa heiðurin at seta stevnuna. Í eini tíð, har bygdastevnur hava tað torført í kappingini við tónleikafestivalar, livir ovastevnan sítt egna og sunna lív. Karlot nevndi, at fólkatalið í Nólsoy var økt við fleir 1000% hetta vikuskifti, og nólsoyingar tí taka eitt stórt tak at bjóða gestunum vælkomnum. Nógv fólk eru í sving at fáa hetta at bera til. Karlot helt, tað vera undrunarvert, at hetta yvirhøvur ber til, at ein bygd við 224 fólkum ár eftir ár, megnar hetta. Hann helt fyri, at nólsoyingar kanska eru sum humlubiin, hon eigur ikki at kunna flúgva við so lítlum veingjum, men hon veit ikki betur, og tí flýgur hon bara.

Nólsoyingar eru spentir at bjóða øllum føroyingum á ovastevnu. Veðrið er gott og Ternan siglir stevnugestir aftur og fram hvønn tíma allan dagin líka til sunnumorgun kl 5:30. Ferðaætlanin hjá Ternuni sæst á ssl.fo.

Árliga regattasiglingin í Sundalagnum endar eisini í Nólsoy í dag. Eftir at hava siglt av Eiði umvegis Hósvík liggja nú einir 60 bátar við kei í Nólsoy.

Nólsoyingar borðreiða við spennandi stevnuskrá allan dagin. Her er avgjørt okkurt til øll, stór og smá, ung og eldri. Fyrireikararnir hava lagt dent á, at nærum alt undirhaldið á stevnuni er ókeypis. Stevnuskráin sæst á torshavn.fo og á Facebooksíðuni “ovastevna”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo