Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Er tað nú neyðugt at vit framhaldandi drepa springarar?

Nógvir føroyingar spyrja júst hendan spurningin í dag. Og tað er eisini týdningarmikið at vit umrøða tað viðkvæma evnið.

Sjálvur eri eg íðin grindamaður, við loyvi, og meti okkara rætt og siðvenju at drepa grind sum ein týdningarmiklan part av okkara mentan, søgu og samtíð.

Harafturat eru grind og spik, sum vit kalla tað, frálíkur matur. Bæði gerandis og til hátíðardagar.

At vit við grindadrápinum, so eisini fáa eitt flashback til veiðumannasamfelagið eina løtu, er ein hjávinningur av tí góða.

Í Sandoynni hava vit ikki drúgva siðvenju viðvíkjandi springaradrápi, undantikið tá springarar eru partur av eini grind. Og tað hendir sjáldan.

Neyvan skulu vit gevast at drepa springarar av ymiskum trýsti úttanífrá. Hvørki umhvørvisaktivistum, søluketum, ella polittiskum trýsti.

Men tá eg kortini haldi at tíðin er komin at gevast at drepa springarar í Føroyum, so er tað tí eg ikki meti springaradráp sum ein part av okkara ríku søgu og mentan sum grindaveiðufólk. Í besta føri, sum eitt hjáputur!

Og júst springaradráp, kann gerast størsta og mest oyðandi atsóknin móti okkara góða grindadrápi.

Latið okkum verja grindamentanina við at steðga springaradrápi!

Tí springaradráp er overkill!

Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo