40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Tórshavn: Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður dagarnar 4.-11. mai, verður sjóneykan sett á okkara ovurnýtslu av klæðum. Hetta er tað, sum verður rópt ”fast fashion” á enskum og “skundmóti” á føroyskum.

Skundmóti snýr seg í stuttum um, at klædnaframleiðarar gera vørur, sum fylgja seinasta mótanum, og sum kunnu keypast fyri rímiligar prísir. Hetta førir til ovurnýtslu, ikki minst tí klæðir, sum vóru modernað fyri einum ári síðani og kanska enn ikki eru slitin, verða skift út við tað, sum er modernað nú. Fyri at fáa ferð á framleiðsluna og søluna verður hugsað um nøgd heldur enn góðsku. Lága góðskan merkir eisini, at klæðini ikki halda serliga leingi, og tí noyðist brúkarin oftari at keypa nýggj klæðir, samstundis sum gomlu klæðini ikki eru nóg góð til endurnýtslu. Skundmóta-sølubúðir eru eisini farnar at arbeiða út frá, at klæðini, sum verða seld, bert verða brúkt nakrar fáar ferðir áðrenn tey verða burturbeind. Lágu prísirnir og títtu vørubroytingarnar skulu eggja keyparum til at koma í handlarnar og keypa klæðir oftari. Av tí sama enda klæðir, sum ikki verða seld, og klæðir, sum eru farin av móta, ofta sum burturkast. Okkara ovurnýtsla av klæðum er ikki burðardygg. Vit gjalda minni fyri meira klæðir, men í síðsta enda eru tað fólk aðrastaðni og umhvørvið, ið sita eftir við rokningini og avleiðingunum. Og donsk hagtøl vísa, at ein persónur framleiðir 16 kg av klædna-/toyburturkasti um árið. Hetta og annað í sambandi við ovurnýtslu av klæðum fer Umhvørvisvikan 2019, sum verður í viku 19, at seta á breddan. Við fyrilestrum og verkstovum verður fokus millum annað sett á, hvussu vit kunnu endurnýta og umskapa klæði, og hvussu vit kunnu duga betur at velja burðardygg klæðir, tá vit keypa nýtt. Skráin verður at síggja á facebook.com/umhvorvisvikan og torshavn.fo fríggjadagin 26. apríl, og verður somuleiðis borin út til hvørt húsarhald í Tórshavnar kommunu mánadagin 29. apríl.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo