Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hugleiðingar nú ein kanning av landstýrismannsins embætisførslu varð løgd fram í vikuni.

Eg var ein av teimun sum ætlaði mær part av ovurstóra tilfeinginum í uppsjóvarvinnuni. Eg byrjaði um somu tíð sum teir stóru og miðalstóru, sum Varðin Pelagic, Pelagos, Vestmanna fiskavirki o.a. Gjørdi íløgur í bygning og útgerð á havnalagnum í Klaksvík. Helt meg vera minst líka væl skikkaðan sum teir flestu sum eisini bjóðaðu seg fram. Hevði um tað mundi tveir bygningar í at velja. Gamla Roykivirki í Klaksvík og so gamla Norðís á Eiði. Tók Klaksvík, tí at har komi eg frá og tað var ein betri egnaður bygningur til endamálið eg ætlaði.

Í Føroyum hesi seinastu árini eru ofta ógvusligar rembingar tá ið politiska landslagið broytist. Soleiðis var eisini tá. Vit fingu eitt nýtt stýrið og avrátt var eftir drúgvar tingingar á Tvøroyri at ikki eitt kilo av uppisjóvarfiski meir skuldi lætast í Norðoyar og í partar av Eysturoy. Har var nokk var sagt. So har sat man, við skegginum føstum og ongari rávøru.

Eg royndi tó hesa tíð við alternativum framleiðslum við misjøvnum úrslitið, men tað er nú einaferð soleiðis í Føroyum, at hevur tú ikki fatur í stertinum meðan hann svimur, skalt tú ikki geva tær nakran kjans at fáa fatur á honum tá hann er komin uppá land, heldur ikki partar av honum. Tá er hann blivin alt ov stiggur.

Sigast skal at tann sum keypti gamla Norðís fekk innan tað, tilluta uppisjóvartilfeingi í ólukkumát. Og var tað rætt, stóðu hurðarnar á tí bygninginum at bresta í dag av royktari sild og makreli.

Men so skiftu politisku vindarnir aftur, og sum eg skilti so skuldi hetta broytast aftur, hetta at landi var uppdeilt geografiskt í mun tillutan av uppisjóvartilfeingi. Var á fleiri fundum við Fiskimálaráði og har var eg kraftiga eyggjaður til at søkja av nýggjum, tí tað var so upplagt at eg og mín verkætlan átti at blíva ein partur av hesum, varð sagt.

Jú, eg var ein av teimun sum søktu og bleiv tískil samstundis eisini ein av teimun sum landstýrismaðurin helt ”henn”, til Løgtingið hevði broytt meining, einaferð enn. (Nøsin og skøvan í lakkinum).

Nú bleiv hetta jú sjálvandi útfordrandi fyri meg í gjaldførinum. Sjálvur var eg nú drenaður fyri tøkar pengar, og teir sum fíggjaðu meg høvdu hug at missa tolið, sum teir so eisini gjørdu tá ið koronan so kom omaná.

--------

Tað seinasta útlutingarumfarið varð býtt upp í 3 bólkar sum eg skilti. 1. Ískoytiskvotur til longu útlutaðar kvotur, 2. Menningarkvotur (mín bólkur), og sum nýtt 3. Kvotur til ítøkiligt skipakeyp.

Og hesa roynd gjørdi eg so eisini. Setti meg at skrivað og sendi umsókn inn. Hetta var nú ikki so trupult, tí nú var eg komin í vana. Og sum eg skilti á øllum brøgdum so var mín umsókn innstilla av umsiting til landstýrismannin at tilluta til og avgreiða.

Men aftur hesaferð bleiv eg vigaður og funnin ov lættur. Uppá fyrispurning í Tinginum um útlutanina svarar landstýrismaðurin.:

Harnæst er verkætlan, ið millum annað er bygd á royktar nisjuvørur raðfest hægri enn verkætlan, sum byggir á heilfrysting av fiski til onnur endamál enn framleiðslu av matvørum. Í hesum er frávik ímillum avgerð og tilmæli.

Hetta er mín verkætlan sum er sálda frá til frama fyri annað virksemi. Havi hoyrt at hetta er til frama fyri verkætlan sum mennirnir aftanfyri línubátin Sandshavið hava ætlanir um heima á Sandi. Eg má bara ynskja teimun góða eydnu við hesi ætlan, og at teir fáa roykt nakað meir enn higartil er roykt á virkinum norði á Eiði.

Bráður eri eg og haldi meg verða rímuliga arbeiðsaman av lindi. Men býttur havi eg eisini verið, tí at eg havi lopið út í tað við báðum beinum, uttan at hava tryggja mær rávørugrundarlagi frammanundan. Og í hesum sambandi havi eg eisini drigið aðrar stuðlar og fíggjarstovnar við uppá trá í sama viðfangi. Havi tó fingið avtalu við allar og tað dragist eg við enn, og tað er tungt tá tað skal gerast av nývunnum skattaðum pengum. Norðoyagrunnurin avsetti 1,5mió í 2018 roknskapinum. Um nakar ivast í tí, so er hetta relaterað til mítt projekt. Og tað pínir meg inn at sálini.

Hetta er tó ikki skriva fyri at tit skulu taka synd í mær. Havi eg lív og heilsuna skal eg nokk fóta mær og klára meg.

Men hví halda okkum sum søkja fyri gjøldur. Tá ið vit skulu vigast fyri ella ímóti hvørt ein verkætlan er góð ella ikki, so má tað verða eitt krav at nevndu verkætlaninr koma í gongd og prógva sítt virði. Annars má tilfeingi lætast til næsta sum hevur eitt skikka projekt. Annað kann ikki verða rætt.

Men havi nú eitt gott summar øll somul.

Frímund Hansen
Sp/f Glyggur FPB

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo