Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Sum kommunupolitikari má eg rópa varskó! Tað gongur skeiva vegin við kommunala sjálvræðinum

- Fyri 150 krónur skulu ferðafólk javnsetast við føroyingar, og fáa ein lógartryggjaðan rætt til at ganga allastaðni.

Vladimir Putin sigur í samrøðuni við Tucker at Ukraina er eitt «manngjørt land», og sigur at partar av Ungarn og Rumenia vórðu givnir Ukraina - Nú er samrøðan almenn

Nú er greitt, hvørjum londum føroyska manslandsliðið skal spæla ímóti í komandi UEFA Nations League kapping, sum er á skránni í heyst

Formaðurin seinasta árið, Rói Johannesen, valdi ikki at taka við afturvali, men Rói heldur fram í nevndini sum kassameistari

Á samkomu í kvøld í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum fekk ungi tónleikarin, Ari Hammer Joensen, gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum

Camilla drotning segði í dag at tað «eftir umstøðunum gongst sera væl» við Charles kongi sum í vikuni fekk staðfest krabbamein

Skannarin, podvarp um føroyskar miðlar, er aftur í luftini, og hesaferð spyrja vit millum annað politiið, hvat tey hugsaðu fyri sær, tá mynd var løgd út av einum manni, sum hevði brotið ein rút í Listasavninum

- Í fleiri ár hevur verið tosað um málið ”Gongd í haga” og hvussu politiska skipanin ikki hevur megnað at funnið eina loysn á málinum

- Vit eru fýra til fimm, sum fíggja hvønn pensjónist, men um 20 ár verða vit 2,5 fólk fyri hvønn pensjónist. Tí eiga tey ungu at gera vart við seg nú, sigur Fróði Magnussen við KVF

- Lógaruppskotið um føroyskt sum annaðmál hevur verið til hoyringar, og arbeitt verður í løtuni við at tillaga uppskotið sambært viðkomandi hoyringarsvarum

- Eg eri ikki samd við landsstýrismanninum í, at tað gruggar fatanina hjá útlendsku arbeiðstakarunum, um umboð fyri fakfeløg eisini verða við í eftirlitsvitjanunum

- Steðgur er í samráðingunum millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

- Hvørjar eru orsakirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk?

JFK hevur havt henda Sjúrðaberg síðani 2020, og hann hevur saman við Gadusi fiskað kvotuna hjá JFK í Barentshavinum. Hoyr samrøðu við reiðaran Hanus Hansen

FSF hevur fingið avtalu í leg við tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, at føroyska A-landsliðið við monnum tekur lut í Baltic Cup 2024, sum verður í juni mánað

Treytirnar um viðbót til ávísar pensjónistar, eisini kallað brennistuðul, skulu gerast lagaligari. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar

Sambandsflokkurin leggur nú uppskot fyri løgtingið um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga útsettum støðum í býarlívinum

Fyritøkan Intra, sum hevur framleitt eitt skraddaraseymað føroyskt intranet, hevur gjørt stórsáttmála við altjóða fyritøkuna, CGM

Amerikanski journalisturin Tucker Carlson hevur tosað við Putin forseta, og ríkismiðlarnir í Russlandi eru sera vónríkir

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá -15 niður í -19. Tað eru serliga bíleggingarnar, ið eru færri, men fyritøkurnar meta sín útlendska marknaðarlut vera nakað betri, og tær meta søluprísin vera betri

Treystitalið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, minkar. Tað er serliga í handils- og tænastuvinnunum at minni bjartskygni er at hóma

- Nei, badmintonhøllin og svimjihøllin eru enn ikki tær somu, eftir at Lias ikki er har meir - ein saknar framvegis hansara vinsomu heilsu við sjómans-honnøri og brosi – har á blotanum fyri hóvligar svimjarar

Joe Biden skuldi geva eina uppdatering viðvíkjandi gíslunum í Gaza týsdagin. Men hann mintist ikki, hvør tað nú var, sum hevði tey sum gíslar

Myndin (frá Tjóðsavninum) sýnir Vestaruvág í Havn. Slupptíðin er í hæddini, og einmastraða jaktin fremst við hvítari rípu eftir síðuni er helst Nr. X, konslarajaktin kallað, um 25 tons

Í gjár var móttøka á Tvøroyri, tí nýggi bú- og umlættingardepilin við Sílá er latin upp

Hevur tú eina søgu til Mína jólabók 2024? Ella vilt tú myndprýða søgur í bókini? Set teg í samband við Bókadeild Føroya Lærarafelags áðrenn 15. mars.

- Ferðavinnulógin er ein hóttan móti Føroya náttúru, mentan og landbúnað. Nú hevur tað týdning, at vit øll standa saman

Ein eftirgjørd útgáva av veðurmanninum Andriasi Gregoriussen tosar bæði týskt, franskt, spanskt, ukrainskt og enntá kinesiskt

Tey flestu munnu rokna heimaliðið Mjølnir at vera greiðan favoritt ímóti havnarliðnum Fleyr

Leygardagin verður hálvfinaludagurin í steypakappingini í flogbólti hildin í Klaksvík

Fyri sítt drúgva og slóðbrótandi íkast til varðveitslu av siðsøgu okkara, verður Óli Jacobsen heiðraður við gullheiðurstekini Tórshavnar Býráðs

- Hví er hetta "nýggja frælsi" hjá ferðafólki ikki galdandi fyri grundstykkir hjá fólki? Eitt nú grundstykkini hjá Høgna Hoydal og Jógvan Páll Lassen? Tey hava sannilga virði sum føgur útsýnispláss!

Vladimir Putin forseti segði í gjár jødiska samfelagnum í Russlandi at Moskva er við í arbeiðinum at fáa gíslarnar í Gazageiranum leyslatnar

KÍ hevur havt aðalfund í kvøld og hevur almannakunngjørt ársroknskapin fyri árið 2023. Felagið setur met í bæði inntøkum, útreiðslum og yvirskoti

Mikudagin sýnir Filmsfelagið franska gullvinnaran í Cannes

Varaliðskiparin á landsliðnum, Viljormur Davidsen vónar at Føroyar koma í bólk saman við Svøríki, Kýpros og Gibraltar í komandi Nations League kapping. Lutakastið verður hósdagin klokkan 17:00

Í kvøld vóru fleiri spreingingar at hoyra í Bagdad í Irak. Beint eftir klokkan 21 váttaði USA at hava framt álop á leiðaran í Kataib Hezbollah militsini

Vaktarskipið Tjaldrið fer at hjálpa til við leitingini eftir teimum báðum av manningini á Kambi, sum eru saknaðir, skrivar KVF

– Eingin onnur loysn enn fullkomin sigur, sigur forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu

- Maðurin vildi ikki leypa á sjógv, og tí avráddu vit bara at bíða eftir, at Kambur sakk, og so bjarga manninum tá, og tað lukkaðist, sigur Andreas Mouritsen, tyrluflogskipari, við KVF

- Tá nú so nógv og gott virksemi er í Føroyum innan ítróttafakið eins og sett í ætlan, so kundi tað møguliga verið upplagt at sett eina ítróttafakliga útbúgving á stovn, t.d. á Fróðskaparsetri Føroya

- Lættari fyri kundar, sum fáa skaða á telefonina

- Hetta verður heilt ótrúliga stuttligt! Jenny Berggren frá Ace of Base kemur við til 90’ini umaftur í Høllini á Hálsi 9.mars

Sjóforhoyrið eftir vanlukkuna við Kambi verður væntandi týsdagin ella mikudagin í næstu viku. Tað sigur Henrik Møller, sorinskrivari, við KVF

Í sambandi við útstykkingararbeiði omanfyri Argjahamar, verður sprongt leygardagin 10. februar 2024 klokkan 10 og klokkan 12

Rappbólkurin verður við á landsins størsta tónleikatiltaki

- Tá Russland í 2014 gav Føroyum lagaliga atgongd til russiska marknaðin, var hetta uttan iva partur av eini strategiskari ætlan um at knýta Føroyar nærri at sær politiskt. Flaggið skuldi fylgja fiskinum. ES átti at hugsað á sama hátt

Gitt hevur verið um Christian Eriksen fór til Galatasaray, sum hevur víst áhuga, men sambært Sky Sports so verður tað av ongum

Skal vitlíki nýtast í skúlanum, mugu ávísar treytir lúkast. Tað stendur millum annað í eini bindandi lóg um vitlíki, sum tey 27 ES-limalondini júst eru vorðin samd um. Umboð fyri Nám hava verið á ráðstevnu í London um vitlíki, skrivar KVF