Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jazztónar fara at ljóma í hvørjum króki í døgunum 21.-27. januar tá skipað verður fyri árliga Vetrarjazz festivalinum

Beint undan árskiftinum yvirtók FarCargo flogfarið, sum felagið hevur keypt úr USA - og í dag kom flogfarið so til Keypmannahavn, har flogfarið skal skrásetast á svensku flogskránna

Tað gongur væl at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan í Klaksvík. Væntandi verður skúlin longu liðugur í oktober, sigur Johanna á Tjaldrafløtti, stjóri á skúlanum, við Útvarpið

Charles kongur skal opererast, skrivar Buckingham Palace í dag. Sagt verður at bløðruhálskertilin er vorðin nakað stórur

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hava í Keypmannahavn í dag skrivað undir semjuskjal um, at Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur 1. januar 2025

- Í fíggjargeiranum eru bankarnir í dag betri fyrireikaðir enn áður til at lofta einari møguligari kreppu, sigur danski Tjóðbankin

Fokus er á læraraútbúgvingina í hesum døgum. Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, vónar, at burtur úr hesum kemur ein ætlan um og raðfesting av gransking í skúlaviðurskiftum

- Byggi- og býarskipanarnevndin fekk ikki at vita frá fyrisitingini, at fríøkið við Sandá var tinglisið sum frítt øki, sigur Bogi Andreasen, sum var formaður í byggi- og býarskipanarnevndini frá 2008 til 2012

Í dag gevur Fríðrikkur kongur út nýggja bók við tittlinum "Kongeord"

- Fyri løtu síðani kom Boeing 757 flogfarið “Eysturoy” hjá FarCargo fyri fyrstu ferð í føroyskt loftrúm. Fyrsta oyggj hann fleyg yvir var Eysturoy, við Búgvan, norðanfyri Gjógv

Landsstýrið eigur alt fyri eitt at taka stig til at fyrireika eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum boðað er frá í samgonguskjalinum, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fyrstu ellivu mánaðirnar í 2023 hava vit útflutt fiskavørur fyri 10,9 milliardir krónur. Tað eru 489 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022

Í dag fyllir Jørgen Niclasen, fyrrverandi varaløgmaður, landsstýrismaður og tingmaður fyri Fólkaflokkin, 55 ár

- Hóast vit eru í 2024, er tað enn ringt hjá føroyskum ungum at finna kunning um tey altjóða, alfevnandi mannarættindini á móðurmálinum. Men hetta broytir ein nýggj, ókeypis bók

- Eg eri eitt av ferðafólkunum, sum eri strandað í Bergen. Eg má siga, at eg havi ongantíð upplivað so vánaliga service (les: ikki ekstisterandi service)

Sjeyndi hvør kristin í heiminum verður forfylgdur og er fyri mismuni fyri sína trúgv, sambært árligu rapportini hjá Open Doors International

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, harmast um, at kunningin ikki hevur verið nøktandi, nú fleiri føroysk ferðafólk eru strandað í Bergen á veg heim úr Berlin, skrivar KVF

- Økingin av endaspælinum til 24 lið hevur verið nógv umrøtt, men upplivingarnar við til dømis Føroyum blástempla økingina, sigur hondbólts serfrøðingurin hjá TV 2, Rasmus Boysen

- Uttan iva eru tey mong, ið halda seg verða illa fyrireikaði, at blíva foreldur

Tað er finska Veikkaus sum boðar frá í kvøld at ein norðmaður vann 120 milliónir evrur - svarandi til 895 milliónir krónur - í Eurojackpot

Iran hevur lopið á tvær herstøðir í Pakistan, sum hoyra til militanta terrorfelagsskapin Jaish al-Adl

Mikudagin 31. januar 2024 steingir Føroya Keypssamtøka deildina í Saltangará. Handilin hevur verið partur av Føroya Keypssamtøku síðani 1989

- Er ynski um at ættleiða eitt barn í Danmark, má tað vera greitt at talan ikki er um eitt barn sum er tikið frá øðrum foreldrum, sum ikki høvdu nakað ynski um at geva sítt barn til ættleiðingar

Nú er greitt, at Føroyar varðveita sína góðkenning sum trygt triðjaland í dátuverndarhøpi. Hetta sæst í frágreiðing, sum ES-nevndin læt úr hondum í gjár, 15. januar 2024

- Familjufyrisitingin kannar í løtuni, hvat hetta merkir fyri tey, ið eru góðkend at ættleiða, sigur Familjufyrisitingin í sambandi við at stovnurin DIA steðgar við at miðla altjóða fremmanda-ættleiðingar

Íslendski Reyði Krossur hevur stovnað eina bráðfeingis innsavning til tess at hjálpa teimum, sum eru ávirkað av eldgosinum í Grindavík

- Føroyar hava ein av heimsins hægstu pensjónsaldrum og nú 1. januar hækkaði hann frá 67 til 67,5 ár og 1. januar 2029 hækkar hann til 68 ár og er tá 1 ár hægri enn í Danmark

- Umfatandi nýskipanir eru neyðugar fyri at tryggja, at almennu útreiðslurnar ikki skulu vaksa frá almennu inntøkunum av vaksandi talinum av eldri fólki

- Kavi og hálka eru orsøkin til, at vanliga húsarhaldsburturkastið og grøna ílatið ikki eru tikin í fleiri økjum í gjár og í dag

Í sambandi við at tollararnir hjá TAKS í gjár kannaðu ein bil, sum skuldi í land av Norrønu, funnu teir 24 kg av hassji

- Tað hevur týdning, at Føroyar, Danmark og Grønland møtast regluliga á ráðharrastigi. Vit uppliva, at trygdarpolitiska støðan í heiminum gerst alsamt meiri spent. Bæði við krígnum í Ukraina, og nú seinast við krígnum í Miðeystri

- Tað eru rættiliga harðmæltar ákoyringar frá fleiri av aktørunum, nú fiskidagatalið er skert munandi

Skúvoyingar eru farnir at savna saman undirskriftir fyri at tryggja, at tá - og um - Suðuroyartunnilin verður gjørdur, skal hann eisini koma upp í Skúvoy, skrivar KVF

Súni hevur verið formaður síðan 2016. Hetta er tískil triðja og seinasta setan, ið hann sambært viðtøkum felagsins kann sita

Mourinho var settur venjari hjá Roma í 2021 eftir at hann fekk fótin í Tottenham

- Samstundis sum løgmaður í nýggjársrøðu síni staðfestir fyri føroyingum, at størsta avbjóðingin í samfelagnum eru lágu burðartølini

Fyrsta umfar í republikanska uppstillingarvalinum til forsetavalevni er í amerikanska deilstatinum Iowa og sambært øllum veljarakanningum verður Trump tann stóri vinnarin

- Hóast samráðingarnar vóru komnar langt, rakk ikki á mál við Eirik Bakke, tað harmast vit um, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, við Norðlýsið

Iranska kollveltingarhirðin sigur seg hava framt álop á ”høvuðsstøðina fyri njósning” í býnum Erbil í Irak og IS í Sýria

Í síðstu viku bað svenska stjórnin og verjuleiðslan landsins borgarar um at fyrireika seg til kríggj

Vónbrotið var stórt hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu eftir tepra tapið fyri Póllandi, men fótfimi spælskiparin lovaði føroyingum meir frá hondbóltslandsliðnum í framtíðini, skrivar KVF

Tað eru leikararnir sjálvir sum seta ársins besta lið

Aftur nú í dystinum móti Póllandi varð Elias Ellefsen á Skipagøtu kosin besti leikari, men Føroyar taptu kortini dystin við 4 málum á muni

Hamas hevur almannakunngjørt video sum vísir at ísraelsku gíslarnir Yossi Sharabi (53) og Itai Svirsky (38), sum sunnudagin vóru á lívi, eru deyðir

- Spyr ikki pensjónistar um pensjónsaldur, skrivar løgtingsmaður í lesarabrævi

 

Tað er rættur ólavsøkuhýrur á gistingarhúsinum á Alexanderplatz í Berlin, har ein ørgrynna av føroyingum búgva undir EM-endaspælinum. Jógvan Skeel Nolsøe hevur verið framvið

Jákup Sverri Kass er settur stjóri frá 15. februar í Sønderborg Lufthavn, og avloysir fyrrverandi stjóran Christian Berg, sum í 2020 avloysti Jákup Sverra Kass í nevndini í Kalaallit Airports Holding

Hevur tú hald hjá Televarpinum, so kanst tú eisini stovna hald hjá NordiskFilm+

- Henda myndin sýnir Golden Harp í smálíki. Modellskipið hongur í Skopunar kirkju

- Vit eru millum tey bestu í Berlin