Ongin gevur seg fátækan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innflutningurin uttan skip og flogfør 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 var 11,2 milliardir krónur. Tað eru 1,5 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá mai 2022 til apríl 2023 samanborið við undanfarna skeið

Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið

Á seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu fyri summarsteðgin, samtykti býráðið einmælt, at frá 1. januar 2024 verður frítíðarkort givið til børn og ung í kommununi

- Lat tað vera sagt beinavegin, at Føroya Fiskimannafelag ongantíð hevur góðtikið FAS-skipanina og tann ómoral ið stendst av hesi skipan

- Fyrisitingin viðger í løtuni spurningin um innlit skal latast í frágreiðingina, sum landsstýrið hevur gjørt, sigur løgmaður

- Galdandi lóg um fosturtøku er frá 1956 og er í nógvar mátar ótíðarhóskandi

Ein sigur og ein javnleikur var úrtøkan hjá føroyska U21-landsliðnum, sum til EM 2011 var í bólki saman við Andorra. Nú eru londini aftur í sama bólki, og fyrsti dysturin verður við Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin klokkan 18:00

- Tá byggifyritøkur gera arbeiði fyri privatfólk, eru eingi krøv til fíggjarliga trygd

- Er neyðugt at hava fleiri heilsuprógv av sama slag, um tú siglir sum avloysari sum sjómaður í Føroyum og t.d. í Noreg?

Samgongan hevur ikki gjørt sítt arbeiði liðugt, áðrenn heimildin at seta í gildi revsitiltøk móti Russlandi verður samtykt í løgtinginum, sigur tingkvinnan Hanna Jensen. Sí innslag í D&V

Í gjár fingu 22 starvsfólk innan eldraøkið prógv sum demenssamskipari

- Í gjár var 20. upptøkudagur av 32, og landsstýriskvinnan Sirið Steenberg var saman við stýrinum í Filmshúsinum á vitjan í Hvalba

Tørvurin á námsfrøðingum í Føroyum er sera stórur, og júst nú eru 39 komin í útbúna hópin aftrat

- Tað er ørkymlandi at síggja, hvussu alt tað nýggja innbúgvi, sum bert er nøkur fá ár gamalt, nú verður skrykt úr Atlantis

Avrúsingin og rúsfjáltursviðgerðin á viðgerðarstovninum Heilbrigdi á Velbastað, hevur sett sjúklingatrygdina í vanda, og fylgjurnar kundu verðið álvarsligar og vanlukkuligar, skrivar Landslæknin sambært KVF

Norska skipasmiðjan Kimek hevur koyrt 30 fólk til hús og er orsøkin, at umvælingar av russiskum fiskiskipum nú eru umfataðar av sanksjónunum

Barnaverndarstova Føroya og Sig frá eru í hesum døgum úti við filmi, sum vísir, hvussu barnaverndin kann hjálpa, tá tørvur er á tí

Hitamátararnir hjá landsverki standa nakað høgt so í veruleikanum er nakað væl heitari enn teir vísa í bygdunum har nærhendis

- Tað er so heilt ómetaliga umráðandi, at vit sum samfelag ikki bara siga «Ja til lívið», men at vit eisini taka og gera alt fyri, at júst tey, sum hava størstan tørv á hjálp, fáa tað teimum tørvar

Í dag er seinasti arbeiðsdagur hjá Martin V. Heinesen í Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða

Lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 19. juni 2026. Áljóðandi rentan er 3,625%

Á tingfundinum í gjár segði Høgni Hoydal, at eingin hevði sagt ósatt

- Eyðgleiðingar hesar seinastu vikurnar vísa, at áin oman gjøgnum Miðvág er brún av grótgrúsi, tá borað verður í býlingum í bygdini

Mortan Mortensen, sum hevur tikið upp nakrar av allarfagrastu upptøkunum, hevur lagt eina av teimum út av Vágsbjørgunum, sum hann kallar: Mjørka tsunami

- Í einari tíð, har vit mangla starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, gevur tað onga meining, at landið roynir at lokka fólk av landinum at arbeiða við einum lægri skatti sum gularót

Men teir eru ikki lidnir enn at skera upp í Leynum, og sambært sýslumanninum, Kristjan Martin Joensen, so eru fólk vælkomin at koma og hjálpa til

Eftir at støðan við Hasfjord er blivin eftirmett, og krevjandi klassakrøv, ið skulu vera uppfylt hálvan juni, eru blivin sett, hevur landsstýrismaðurin í samráð við Strandferðsluna gjørt av at leggja Hasfjord í seinnu hálvu av juni mánaða

Á Høgareyni vóru 15 hitastig tíðliga í morgun, sum var tað heitasta í landinum

Tað er sera lýtt í veðrinum í Vestmanna aftur í dag, og tí er vandi fyri at tvøstið gerst brunnið

Ein borgari klagaði um, at hann ikki kundi rinda við reiðum peningi hjá hjá kommununi fyri sítt bátapláss

Elinborg útgevur í dag eitt dupult staklag, og eitt sjónbandalag. Løgini bera heitini ‘’Byrjan’’ og ‘’Í Verju tíni’’, og snúgva seg um ósunnan kærleika

Seðlarnir til grindina í Leynum koma út seinni í dag

Tað styttist til Oyggjaleikir, tá føroysk ítróttarfólk skulu royna seg móti sterkastu ítróttarfólkum úr øðrum oyggjum í Atlantshavinum. Eisini føroyskir súkklarar skulu royna seg

Fólkatingið hevur í kvøld boðað frá, at ein loysn skal finnast, so føroyingar og grønlendingar kunnu tosa móðurmálið í fólkatinginum

Dysturin millum Kroatia og Niðurlond í Nations League mátti avgerast við eykaumførum, har Kroatia vann 4-2, og skal antin spæla finalu móti Spania ella Italia

266 hvalir doyðu í Vestmanna og 180 í Leynum, skrivar KVF

- Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant-filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum. Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja

Tað tykist sum prísurin á málningum er hækkaður sera nógv seinastu árini. Í síðstu viku bleiv ein lítil akvarell eftir Mikines seld fyri slakar 100.000 kr.

Vága kommuna hevur sett Búgva Róin í starv sum gartnari í kommununi

Kommunulæknafelagið og Fíggjarmálaráðið undirskrivaðu í dag seinnapartin semingsuppskotið hjá Semingsstovninum

Fyri løtu síðani legði stór grind beinini í Vestmanna

Bókaframløga: Ímillum Sokrates, Jesus og Mohammed - ein søga um sensur

Leygardagin 10. juni var Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í Saltangará og handaði prógv til næmingar á Rásini

Her er frágreiðingin hjá Fishfacts sum var løgd fram fyrrapartin

Nú er endaspurtur á universitetsútbúgvingunum hjá mongum á Setrinum, og arbeiðsmarknaðurin kann gleða seg til aftur at fáa feska og vælútbúna arbeiðsmegi

- Roknistykkið hjá Sjúrði Skaale við einum vinningi á 3-400 milliónir krónur av at slíta fiskiveiðuavtaluna í Barentshavinum byggir á búskaparfrøðiligt møsn

Nýggja Heilsumiðstøðin í Fuglafirði, sum er staðsett í gamla FK, tekur skap

Høgi tjetenski herovastin Adam Delminkhanov er særdur í álopi, upplýsur russiska verjumálaráðið fyri sjónvarpsrásini Zvezda sambært Reuters

Fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum eru fyrst Point of no return og síðani uppskriftin til eina byggigølu, sambært politikarum í andstøðuni