Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Palli hjá Mariannu hevði eitt metgott ár í fjør.

Felagið sum gjøgnum dóttirfeløg millum annað hýsir virkseminum hjá Norðborg og Christiani í Grótinum hevði 115 mió kr í yvirskoti. Tað skal samanberast við 101 mió kr árið fyri.

Samlaða sølan vaks góðar 107 milliónir krónur og endaði á sløkum 500 mió kr fyri árið. Væl meira varð fiskað av lodnu, men miðalprísurin var bara ein lítil helvt. Eisini varð væl meira fiskað av makreli, svartkjafti og sild, her var miðalprísurin betri enn í 2021, eins og mjøl og lýsi royndist væl.

Á útreiðslusíðuni stóð oljuprísurin fyri størsta einstaka útreiðsluvøkstrinum. Teir brúktu 27 mió kr meira til olju enn árið frammanundan. Eisini manningin fekk væl burturúr hækkaða veiðuvirðinum. Starvsfólkakostnaðirnir vuksu við góðum 30 mió kr og vóru tilsamans 149 mió kr.

Og so er tað landið. Í tilfeingisgjaldi, partafelagsskatti og gjaldi til trygdargrunn rindaði Palli hjá Mariannu nærum 80 milliónir krónur í felagskassan í fjør.

Jan Petersen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo