Runavíkar kommuna: Leygardagin 17. mars og sunnudagin 18. mars verður sera nógv virksemi í økinum við Løkin í Runavík.
Leygardagin verður skipað fyri rennikapping, fimleikaframsýning, kvøldskúlaframsýning og dysti í Betri-deildini. Og sunnudagin eru fimleikaframsýning og kvøldskúlaframsýning.
Parkering og ferðsla
Í samband við rennikappingina verður Heiðavegur einrættaður norðureftir frá Hotel Runavík til Bónus frá kl. 10.15 til áleið kl. 12.30, ella so skjótt tiltakið er liðugt.
Niðanfyri er kort, ið vísir parkeringsmøguleikar í Runavík. Heitt verður á bilførarar at vísa varsemi og at vísa hvørjum øðrum fyrilit. Somuleiðis er best at møta í góðari tíð til tiltøkini, eftirsum øll ikki fáa parkerað beint við ítróttarøkið. Víst verður eisini til økini við Skúlan við Løkin, Barnagarðin á Mýrunum og til økið við havnalagið.
Annars er skráin fyri tiltøkini hendan:
Leygardagur 17. mars
11.00 Roysnið skipar fyri seinasta umfar av vetrarkappingini. Í hesum sambandi verður Heiðavegur einrættaður norðureftir frá Hotel Runavík til Bónus frá kl. 10.15 til áleið kl. 12.30, ella so skjótt tiltakið er liðugt.
11.00 Støkk várframsýning
14.00 Kvøldskúlaframsýningin verður sett í Løkshøll
15.00 Støkk várframsýning
16.00 Fótbóltur: NSÍ-KÍ (Betri-deildin)
Sunnudagur 18. mars
15.00 Støkk várframsýning
15:00 Kvøldskúlaframsýning í Bókasavninum við Løkin og Løkshøll
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo