Tórshavnar kommuna: Frá mánadegnum 24. oktober 2022 verður parkeringsforboð lýst á øllum vegøkinum á Hjalla og Skarðshjalla.
Skilaleys parkering í økinum hevur við sær, at atkomumøguleikarnir hjá neyðsynja- og virkisakførum ikki er nøktandi í dag, og tí er avgerð nú tikin um at lýsa parkeringsforboð fyri vegøkið á Hjalla og Skarðshjalla frá 24. oktober 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo