Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú flestøll kappast um at dæmonisera Rusland og alt russiskt, er vert at minna á ein serliga eksklusivan russiskan páskasið.

Tað eru tey viðgitnu gull-eggini, sum vórðu framleidd í Skt Petersborg av ti stak hegniga gullsmiðinum og smykku-skaparanum Peter Carl Fabergé..

Hann  var av bæði franskari og danskari ætt.

Forsøgan er tann, at zarurin Alexander 3, sum var giftur við ti donsku prinsesssuni Dagmar (Maria Feodorovna) vildi fagna henni á teirra 20 ára trúlovilsisdegi á páskum 1885.

Eftirsum Dagmar sum smágenta hevði havt eitt pinkulítið gullegg at spæla við, varð Fabergé biðin um at skapa nøkur størri og heilt unik gullegg, sum kundu latast upp og inni í eggunum skuldu vera ymsir spennandi lutir.

Eggini blivu framleidd til fleiri páskir, og man veit um næstan 70, men i dag eru bara ca. 57 ektaði og upprunalig Fabergé-egg til.

Hini eru stolin ella horvin

Fabergé var ein smykku-meistari og bleiv ikki tikin sum listarmaður.

Øll eggini hjá honum eru ymisk og heilt unik, bæði i útsjónd og stødd.

Nógv av zar-eggunum prýddi hann eisini við diamantum.

Tey serliga kostbæru zar-eggini vóru øll framleidd frá 1885 til 1917, og tey hava kolossalt samlaravirði nú á døgum.

Tey kosta øgiligar pengar at keypa, og eru avgjørt bara fyri connaisseurs ella  feinschmeckarar i kvinnuligum dygdar-smykkum.

Tað finnast eingi av zar-eggunum uttanfyri Rusland, men smærri og minni prýðilig Fabergé egg eru i varðveitslu hjá ti danska kongahúsinum

Tey zarligu (keisarligu) eggini verða varðveitt sum mætastu dýrgripir, Rusland eigur.

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo