Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

New England Patriots vunnu í kvøld Super Bowl LIII ímóti LA Rams. 

Dysturin varð leiktur í Atlanta, Georgia, og endaði hann 13-3 til Patriots.

Sum úrslitið leggur upp til, var talan um serstakliga góðan verjufótbólt frá báðum liðum, meðan tað haltaði meira við álopsspælinum, serstakliga hjá Rams.

Støðan eftir tríggjar teir fyrstu hálvleikirnar var 3-3, og var tað tað í síðsta hálvleikinum, at Patriots sló sigurin fastan.

Rams vóru sera nær við at fáa eitt "touch down" í 4. hálvleiki, men Patriots vardu væl, og í staðin vóru tað Tom Brady, heimskendi quarter bakkurin hjá Patriots, og Rob Gronkowski, ið løgdu lunnarnar undir einasta touch downið í dystinum. 

Harvið var støðan 10-3 til Patriots, og Rams, sum hava havt nógv tað besta álopið í NFL í ár, megnaðu ikki at svara aftur og bróta ígjøgnum frálíku verjuna hjá Patriots.

13-3 gjørdist endaliga úrslitið í mál- ella stigfátæka dystinum - tí stigfátækasta Super Bowl dystinum nakrantíð.

Gamla "metið" fyri fægst stig í einum Super Bowl dysti var frá 1973, tá bert 21 stig komu í dystinum.

Men tað leggja Patriots neyvan nakað í.

Við sigrinum í kvøld er Patriots nú komið upp undir liðina á Pittsburgh Steelers sum mest vinnandi liðið í NFL. Bæði liðini hava vunnið 6 meistaraheiti hvør.

41 ára gamli Tom Brady kann somuleiðis vera glaður, tí umframt at hava vunnið Super Bowl í kvøld, er hann nú tann leikarin í NFL-søguni, sum hevur vunnið flest Super Bowl: 6 í tali. Hann er nú somuleiðis elsti leikarin nakrantíð, sum hevur vunnið Super Bowl.

Patriots hava vunnið øll seks meistaraheitini hesa øldina, ta fyrsta í 2002.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo