Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í almenna kjakinum um búskaparligt haldføri er tað onkursvegna komið at standa eftir, at tað eru pensjónistarnir, sum eru orsøkin til, at búskapurin ikki hongur saman. Hetta er ein stór misskiljing.

Flestu núverandi pensjónistar eru uppvaksnir í eini tíð, tá vanligt var at fara til arbeiðis, tá tú vart 14 ár. Tey hava sostatt verið á arbeiðsmarknaðinum í meira enn hálva øld, áðrenn tey blivu pensjónistar. Tað sigur seg sjálvt, at tað eru ikki hesi, sum eru atvoldin til búskaparliga haldføristrupulleikan. Tey hava stríðst á arbeiðsmarknaðinum alt sítt vaksna lív, fyri at rinda hvørjum sítt.

Broyttar tíðir
Men tíðirnar eru broyttar, og nú á døgum er vanligt, at fólk, aftaná barnaskúlan ganga í framhaldsdeild í tvey ella trý ár, og síðani í miðnámsskúla í onnur trý ár. Ikki fyrr enn tá fara tey undir ta endaligu útbúgvingina, og tí nærkast tey 30 ára aldri, áðrenn tey veruliga koma á arbeiðsmarknaðin.

Nógv gott kann sigast um tað, at flestøll nú hava møguleika at fáa eina útbúgving, men tað setir nøkur fíggjarlig krøv – ikki her og nú, men í komandi tíðum.

Eitt annað sum eisini er hent, er at fólk fáa færri børn, enn tey fingu fyrr. Tað ger eisini sítt til, at færri fara at vera á arbeiðsmarknaðinum, tá núverandi arbeiðarar, einaferð í framtíðini blíva pensjónistar.

Og so liva fólk eisini longri. Tað vil siga, at framtíðar pensjónistar skulu helst fáa pensjón í fleiri ár enn tað sum higartil hevur verið vanligt.

Øll hesi tingini gera, at í framtíðini fara pensjónirnar ikki at kunna vera samansettar soleiðis sum tær eru nú. Tað eru ikki núverandi pensjónistar sum eru orsøkin til hetta, nei hetta er ein avleiðing av at samfelagið er broytt.   

Fleiri ting mugu broytast
Vit hava tí sett eina uppsparingarskipan í verk, sum krevur, at øll skulu spara upp til sína egnu pensjón. Tað loysir ein part av avbjóðingini, men í Føroyum komu vit ov seint í gongd við hesi skipanini.

Næsta stigið verður at hækka pensjónsaldurin – ikki fyri verandi pensjónistar, men fyri tey sum í framtíðini blíva pensjónistar – tey sum byrjaðu at arbeiða seinni í lívinum.

So tá tosað verður um haldføristrupulleikan, so hevur tað einki við verandi pensjónistar at gera. Um øll livdu sum tey, so var eingin haldføristrupulleiki.

Men tíðirnar eru broyttar, og tað kunnu vit í nógvar mátar fegnast um, men tað krevur at nøkur viðurskifti í komandi tíðum mugu tillagast til hesa broytingina.

Núverandi pensjónistar eiga ikki haldføristrupulleikan.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo