Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hon boðar frá munandi bata til pensjónistarnar við at hækka inntøkumarkið frá kr. 45.000 til 61.900, sum er sama upphædd sum áðrenn 2020, sigur hon. Við prisjavning er henda upphædd í veruleikanum munandi lægri enn áðrenn 2020.

Um vit gera eitt roknistykki har ein giftur pensjónistur velur at hækka sína arbeiðsinntøku frá kr. 45.000 til 61.900, so fær Landskassin uml. kr. 5.880 í sín part av inntøkuni, so broytingin av inntøkumarkinum er so sanniliga ein munandi bati hjá Landskassanum.

Mótrokningin sum fellur burtur er kr. 3.384 pr. ár um arbeiðsinntøkan er 61.900 og  Landskassin fær uml. kr. 5.880 í skatti av teim 16.900, um ein pensjónistur velur at forvinna hesa upphædd eyka komandi árini.  So her er ongin ivi um hvar batin veruliga munar – og er samstundis eitt sera lítið stig á vegnum, at fáa fleiri hendur á arbeiðsmarknaðin.

Arbeiðsluttøkan hjá pensjónistum er fallandi seinnu árini og henda gongdin má steðgast - um vend skal koma í má mótrokningin strikast í stundini, júst soleiðis sum gjørt er í Danmark við góðum royndum.

Spyr.fo hevur gjørt spurnakanningina fyri Eldraráðið.

Robert Vilhelmsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo