Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Pensjónsaldurin eiga komandi pensjónistar at fyrihalda seg til.

Føroyar hava ein av heimsins hægstu pensjónsaldrum og nú 1. januar hækkaði hann frá 67 til 67,5 ár og 1. januar 2029 hækkar hann til 68 ár og er tá 1 ár hægri enn í Danmark.

Ætlanin er at hækka hann enn meira í mun til at meðallivialdurin hækkar.

Til samanberingar er pensjónsaldurin í Danmark 67 ár og hækkar 1. Januar 2030 til 68 ár og í 2035 til 69 ár. Enn er ongin Fólkatingssamtykt um hvussu hann skal hækka enn meira, men semja er um, at pensjónsaldurin skal hækka í mun til at meðallivialdurin hækkar.

Meðallivialdurin í Føroyum var í 2021/22 80,4 ár og 83,3 ár hjá ávikavíst mannfólki og konufólki. Hetta er umleið sami miðallivialdur sum fyri 5 árum síðan. Munurin í meðallivialdinum millum mannfólk og konufólk minkar alsamt, sambært hagtalsmyndini.

Tað er ein natúrlig gongd, at hækka pensjónsaldurin í mun til at meðallivialdurin hækkar og hetta eigur at verða gjørt í mun til ítøkiligu staðfestu gongdina í meðallivialdrinum og ikki grundað á vánaliga búskaparliga fíggjarstýring, sum elvir til vantandi haldføri í búskapinum. Eisini eigur ein broyting at fráboðast í góðari tíð. Kostnaðurin av pensjónsøkinum er sera einfaldur at meta um og eigur ikki at koma sum ein hvøkkur í landsbúskapinum.

Mótrokningin í pensjónini viðkemur øllum pensjónistum – bæði verandi og komandi – og elvur til alsamt minkandi arbeiðsluttøku hjá teim eldru.

Mótrokningin í pensjónini viðvíkur bæði komandi og núverandi pensjónistum. Mótrokning í pensjónini hevur eina týðandi ávirkan á arbeiðsluttøkuna hjá pensjónistunum og hetta er eisini staðfest í ítøkiligari gransking. Mótrokningin elvir til ein atburð, sum er í andsøgn við støðuna á arbeiðsmarknaðinum og tískil er arbeiðsluttøkan alsamt minkandi, sambært hagtølum. Ávísir samgonguflokkar fóru á val við lyftinum um at avtaka mótrokningina og tá ið avtornaði varð úrslitið ein láturlig hækking av inntøkumarkinum, sum onki fer at broyta um gongdina við minkandi arbeiðsluttøku hjá teim eldru.

Frá 1.1.2020 at rokna fingu broytingar í Løgtingslóg nr. 48 um almannapensjónir gildið fyri tey sum gjørdust og gerast pensjónistar frá hesum degi. Mótrokningin herdist munandi og møguleiki er at útseta útgjaldi av fólkapensjónini og harvið fáa eina bíðiviðbót aftrat fólkapensjónini, um ein arbeiðir minst 1000 tímar árliga í bíðitíðarskeiðnum. Velur ein pensjónistur at arbeiða í avmarkaðan mun, verður mótrokning gjørd bæði í grundupphæddini og pensjónsviðbótini, og tískil velja nógv fleiri at fara av arbeiðsmarknaðinum. Hinvegin velja tey sum arbeiða 1000 tímar ella meira, at útseta útgjaldi av fólkapensjónini og fáa harvið eina bíðiviðbót, sum verður løgd afturat fólkapensjónini. Tað vil siga, at her er ongin sparing í Landsbúskapinum, men bert ein útsetan av útgjaldinum. Velur ein at útseta pensjónina í 3 ár, so er øll pensjónin fyri hesi 3 árini útgoldin sum ein eyka pensjón (bíðiviðbót) yvir umleið 15 ár og í veruleikanum er ongin mótrokning.

Sostatt virkar henda skipanin ikki til frama fyri haldføri í búskapinum  og er í andsøgn við støðuna á arbeiðsmarknaðinum, sum rópar neyðarróp eftir fleiri hondum!

Teir pensjónistar, sum framhaldandi vilja luttaka á arbeiðsmarknaðinum, eftir førimuni og óheft av pensjónsaldrinum, eiga ikki at hava eina hóttan og ørkymlan um mótrokning hangandi yvir sær. Eisini er hetta eina sera stór fyrisitingarlig uppgáva at umsita. Ítøkiligu hagtølini um fallandi arbeiðsluttøkuna hjá teim eldru stuðla undir avtøku av mótrokningini í pensjónini.

Robert Vilhelmsen, næstformaður í Eldraráðnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo