Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á mannamunni er Sandoynni millum føroyingar umtala sum ein føgur og fríð náttúruperla. Og tað eisini av røttum.

Umframt húsa- og havnabygging, hevur mannahond ikki enn lagt sína køvandi hond á Sandoynna í stóran mun.

Trý undantøk eru tó, meti eg sjálvur.

Nýggja grótrúgvan frá Sandoyartunlinum er ikki serliga prýðilig, men vit her suðuri hava staðið saman um at vit skuldu hava tunnilin, sum kemur at verða okkum øllum her suðuri til stóra nyttu.

Alingin á Sandsvág er í eygunum á summum ikki serliga prýðilig. Eitt privat felag hevur fingið loyvi at framleiða laks har, og avleiðingin er nógvur partafelagsskattur í kommunukassan á Sandi og persónsskattur í kommunukassar um oynna. Ja, higartil er komin so nógvur partafelagsskattur hesi farnu fáu árini, at skatturin frá hesi einu fyritøkuni betalur fyri øll tey 35 grundøkini, sum bygdin er í ferð við at gera uppi á Ryggi í løtuni. Eisini hevur hendan fyritøkan syrgt fyri, at onki spillvatn rennur á sjógv á vágni. Alt í alt nakað fyri nakað, sum ger at tað er til at liva við at virksemi er á vágni sum kanska ikki er so fagurfrøðiligt.

Í Skálavík er stórt øki planera av Bakkafrost, sum helst kemur at hava inntøkur til Skálavíkar kommunu og oynna sum heild við sær uppá sikt.

Vindmyllur
Borgarafundur hevur verið um vindmyllur, sum ætlanin er at seta upp norðureftir Eiriksfjalli. Sjálvur fekk eg ikki luttikið vegna sjúku, men eg kenni ætlanirnar frá mínari tíð sum borgarstjóri, varð sjálvur borgarstjóri tá loyvi bleiv givið til vindmátimastrina.

Nú málið er lagt út til almenningin fari eg at loyva mær at koma við míni hugsan um hesar ætlanir.

Grundleggjandi eri eg av teirri hugsan, at Sandoyggin er ein perla, sum vit við hond og fót mugu royna at halda fast við, so vit lata eftirkomarunum oynna í sama standi ella betri enn vit hava fingið hana um hendi.

Tí fari eg at reisa spurningin, hví vit yvirhøvur skulu hava vindmyllur í Sandoynni.

Forbrúkið í Sandoynni er lítið og onki, men vit skulu lata lendi til og leggja eygu og oyru til eina øgiliga framleiðslu.

Hví verða myllurnar ikki settar upp, har avtakarin av streymi er?

Í Neshaganum er ovmikið av plássi, ella við síðuna av har hinar myllurnar í Havn eru.

Eg haldi at hetta er eitt mál fyri Landsstýrið, sum við nýggju náttúruverndarlógini kann taka støðu til, at eitt slíkt inntriv sum hetta er ov ógvusligt fyri eina náttúruperlu sum Sandoynna.

Hvør kemur at framleiða?
Fólk flest boyggja seg fyri argumentinum, at hetta er til okkara alra besta.

Fólk á Sandi hava nokk eisini eina generella fatan av at hetta er SEV, okkara alra ogn, sum kemur at framleiða streym non profit.

Men tað hava vit jú onga trygd fyri.

Tað kann akkurat tað sama verða eitt arabiskt- ella eitt íslendskt felag sum fer at framleiða, og fáa pengar burturúr okkara vindi og fara avstað við pengunum.

Hava vit hugsa um tað, og hvat dámar okkum tað, at vit bara fáa kvalirnar á Sandi, meðan kanska ein útlendingur fer avstað við profittinum?

Hvat fáa vit afturfyri?
Vegur skal til framleiðsluøkið, og kemur hesin at liggja gjøgnum nakrar hagapartar, sum tí fáa betri atgongd til sín haga.

Teir hagarnir har framleitt verður, fáa eisini nøkur oyru afturfyri sum skilst.

Men okkara alra kommunukassi fær onki oyra burturúr.

Hvørjar eru kvalirnar?
Sambært verkfrøðinga-umboðnum frá SEV sum úttalaði seg eftir kunnandi fundin á Sandi, larma vindmyllurnar ikki bara, tær larma ILLA.

Ráðandi ættirnar í Føroyum eru vesturættirnar, og ljóð ferðast nógv betri við ættini enn ímóti ættini. Tí er nakað sum bendir á, at vit koma at merkja dunið frá vindmyllunum á Sandi.

Fyrstu avtakararnir av óljóðinum verða tey sum ogna sær eitt grundstykki í nýggju útstykkingini, tey liggja tættast.

Tað er prógvað at vindmylluveingirnir lata frá sær elasmáar dálkandi bitlar, sum við teirri ráðandi ættini helst verða førdir innyvir bygt øki, niður í løkir og áir, í fugl, síl og seyð.

Sambært onkrum av fundarfólkunum varð kunnað á fundinum, at onki skuggakast verður av vindmylluvengjunum.

Vit sum búgva á Sandi vita, at á hásumri fer sólin niður á miðjum Eiriksfjalli, og er tað nakað sum vit njóta fult út, so er tað tey góðu summarkvøldini, tá sólin stendur í vestri, ferðast spakuliga norðureftir Eiriksfjalli fyri síðani at hvørva.

Sigur man at onki skuggakast verður av hesum, so tekur man feil, og tí eigur hatta at verða útgreinað nærri.

Vit sum eru góð við náttúruna, og ganga úti í náttúruni dagliga, vita at nógvur fuglur reiðrast har sum vindmyllurnar skulu verða, og vegurin til vindmyllurnar. Allan vegin frá Vilmundssteinum og suðureftir, er nógv likka og nógvar villgæs sum reiðrast, og beint sunnanfyri syðstu vindmylluna í uppskoti, er eitt stórt ternubøli.

Hvørja ávirkan vindmyllur og økt ferðsla hava á hetta, veit eg ikki, men man kann bera ótta fyri at hetta neyvan bøtur um eina í forvegin ringa støðu hjá fuglinum her á landi.

Hví kannar man ikki onnur øki?
Hetta økið í uppskoti er væl egnað siga teir kønu nú, við jøvnum vindi og ongum turbulensi. Løgið álíkavæl, nakað sama økið kundi ikki brukast til flogvøll vegna turbulensa. Líkamikið.

Hví kannar man ikki økið yviri á Egg, sum er munandi longri frá bygdum øki?

Ella hvussu við økinum frá Søltuvík og norðeftir?

Ella sum ein av bygdamonnum mínum nevndi, suður frá Knúki, omanfyri tunnilsmunnan?

Ella hvussu við suðuri á Dalsfjøllum?

Samanumtøka
Samanumtikið ætlar man sær at seta upp vindmyllur mitt í eini náttúruperlu, nær einum bygdum øki. Bara tað, eigur at verða nokk til at ætlanin verður broytt, eitt nú sum á Eiði í sínari tíð.

Kvalurnar verða nógvar av staðsetingini, sum hevði verið betri alla aðrastaðni í oynni enn har ætlanin er.

Man hevur gjørt kanningar av einum øki sum er egnað, og so skal tað verða har, hóast man onki annað øki hevur kannað sum er longri burtur frá bygdum øki.

Hetta kann enda við, at vit sum koma at ofra okkum fyri “the greater good”, koma at standa sum kánus við einum rúgvu av kvalum, meðan onkur, føroyingur ella útlendingur, vinnur pengar uppá okkara kvalir.

Eg mæli frá at seta vindmyllur upp eftir fyriliggjandi staðseting, tí hon er ikki til okkara alra besta eftir mínum tykki.

Brandur Sandoy,
fyrrverandi borgarstjóri á Sandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo