Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í skakandi skrivi til VP.fo, verða samkynd og tvíkynd, sum so ofta áður, sammett við pedofilar og sett í samband við ræðuligar støður.

So líttla virðing ynskir skrivarin at sýna sínum medmenniskjum. Tað ið viðkomandi skrivar um, eru nøkur tiltøk sum FIMFF stendur fyri.

Kvinnan, ið er handan karakterin Siriously, er eitt fantastiskt menniskja, ið veruliga ger nógv fyri at verja børn.

Í virðisleysa skrivinum verður hon sammett við mannfólk uttan undirklæði, og einum pedofili, í einum føðingardegi.

Allarhelst heldur viðkomandi at tað eru einans nærgangandi mannfólkini í føðingardegnum, ið sleppa at lata seg í, og undirhalda børnum, bert ílatnir sum klovnar.

Skrivarin leggur eisini dent á ting ið henda í Sameindu statunum, uttan at veruliga leggja nakað slag av keldum við.

Viðv. kynsskifti í Føroyum, ynskir viðkomandi at ganga beint ímóti læknafrøðiligari vitan, og ynskir nokk heldur “conversion therapy”, ið elvir til sjálvmorð og vána lívskvalitet.

At blanda støður ið veruliga ikki koma fyri aðrastaðni enn nakrar fáar ferðir í einum heilt øðrum heimsparti, tænir ongum.

Hvat bleiv av teimum vanligu føroysku virðunum?

Hvat bleiv av vanligari føroyskari siðiligheit og fólkaligheit?

Vit hava altíð virkað undir hugtakinum “Liv, og lat liva”. Men tað tykist skjótt ikki at vera veruleiki í Føroyum longur.

Eg berjist, og fari altíð at berjast, fyri persónligum frælsi, talufrælsi, og frælsi at vera tað menniskja, ein ítøkiliga er.

Annika Samuelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo