40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Íverksetarahúsið: Gestarøðari til Ársins Íverksetaradag 2022, verður heimskendi danski filmsframleiðarin, sjónleikarin og handritsrithøvundurin, Peter Aalbæk Jensen.

Í áratíggju hevur Peter Aalbæk Jensen, í samstarvi við leikstjóran Lars von Trier, megnað at skapt ein vinnuveg úr filmslistini. Á tann hátt hava teir slóðað fyri eini danskari filmsvinnu í heimsklassa. Teirra samstarv er harumframt grundarlag undir filmsfyritøkuni Zentropa og økinum Filmsbyen. 

Við filmsfyritøkuni Zentropa, hava teir báðir Peter Aalbæk Jensen og Lars von Trier, framleitt filmar sum Dancer in the Dark og Dogville

Filmbyen er ein niðurløgd hernaðarlega, sum liggur við Avedøre, uttanfyri Keypmannahavn. Í dag húsast ein rúgva av fyritøkum og starvsfólkum, innan filmsvinnuna her. Fyri at gera eina samanbering, kann sigast at Filmsbyen er Silicon Valley innan danska filmsvinnu. 

Av øðrum filmum, sum eru sprottnir úr hesum umhvørvinum kunnu nevnast Festen hjá Thomas Vinterberg, Italiensk for begyndere hjá Lone Scherfigs og Elsker dig for evigt hjá Susanne Bier. 

Sostatt fáa vit ein gestarøðara, ið hevur drúgvar royndir við at samantvinna filmslistina og vinnuna. 

Ársins Íverksetaradagur 2022 verður í klingruni hjá Føroya Tele 23.septembur og byrjar kl.14. Umframt kenda danska filmsframleiðaran, koma eisini umboð úr føroysku filmsvinnuni at halda fyrilestrar,hesi eru Tina Wagner, stjóri í Filmshúsinum, Jón Hammer, filmsframleiðari og Pætur M. Dahl, filmsframleiðari.

Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding. 

Tilmeldingin fer fram her: 

https://www.atgongumerki.fo/1652093/arsins-iverksetaradagur-2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo