Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hann er føddur í 1952, spælir bæði guitar, bass, harmoniku, klaver og syngur. Hann er pápi og abbi, hann er rithøvundur og hann er tónleikari! Ein tónleikari, ið hevur stovnað og er forsangari í kenda danska bólkinum Gnags.

Hann stovnaði Gnags saman við beiggja sínum longu í 1966 og hava teir útgivið 21 plátur, spælt óteljandi konsertir, vunnið virðislønir og útgivið løg, ið fólk hava tikið til sín sum fólkaogn - so hetta eru av sonnum royndir harrar.

Peter hevur eisini útgivið solo-útgávur og er javnan á konsertferð. Nú kemur hann til Havnar og gleða vit okkum til vónandi at hoyra kendu løgini ‘Vilde Kaniner’, ‘Når jeg bliver gammel’ og ‘Mr. Swing King’.

Tryggið tykkum atgongumerki á www.ebillett.fo, í effo støðunum kring landið og í marknaðardeildini í sms. Í fjør var útselt og tað vænta vit aftur í ár.

OY Voxbotn 2024 í samstarvi við Posta, Bank Nordik, eta, Atlantic Airways, OY, SMS, Burger King, effo, Coca Cola, nema og Hoyrnin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo