Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld kl. 17.30 kemur ein livandi Pikachu á vitjan í Tórsgøtu. Tá byrjar Vísindavøkan aftur, aftaná ein steðg frá kl. 15.

Vælumtóktu framsýningarnar í Perluni, í Perlutúni og í teltinum lata uppaftur.

Næstu tveir tímarnar verður høvi at síggja og hoyra nakað um Pokémon GO spælið, fara á skattaveiðu, spæla spøl og royna at fanga Pokémonar.

Til tey vaksnu vera stuttar framløgur, eitt nú um, hví spælið kundi gerast so væl umtókt, um menningarlæruna og um rørslu og Pokémon GO.

Til tey, sum spæla Pokémon GO, verður agn sett á nøkur PokéMið í miðbýnum frá kl. 17.30 til kl. 21.

Ein rúgva av fólki hava verið á Vísindavøku allan dag. Flokkar av børnum og ungum úr barnagørðum, fólka- og miðnámsskúlum hava sæð framsýningarnar og roynt ymiskt av tí, sum granskarar í Føroyum hava tikið við á Ársins Vísindavøku.

Seinni í kvøld verður eisini kvøldseta um Føroyar sæð úr ymsum sjónarhornum. Lív Næs og Tróndur Enni fara at spæla tónleik, Hans Pauli Strøm hevur framløgu og fleiri styttri innlegg verða. Eisini er ølsmakking á skránni. Les meira um hetta tiltakið her

Øll tiltøkini á Vísindavøku eru almenn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo