Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað gjørdist ein heldur buldraslig útpurring í morgun, tá ið Jákup Mikkelsen (Biggi) ringdi, og fortaldi mær, at okkara kæri Pimmi var farin.

So seint sum mikudagin høvdu vit tríggir ein fyrireikandi fund vegna Norðoya Fólkafloksfelag, tí vit eftir ætlan skuldu halda ein almennan fund í Klaksvík í komandi viku og sum so ofta, løgdu vit hetta til rættis við einum kaffifundi hjá Jákupi.

Fundurin var góður og tað var so avgjørt ikki okkara fatan, at hetta var seinasta løtan vit høvdu saman við Pimma.

Sum formaður í Norðoya Fólkafloksfelag, so havi eg sjálvandi samskifta nógv við Pimma, tí hann var okkara formaður í eitt drúgt tíðarskeið, og tá ið Pimmi ynskti at halda seg eitt sindur meiri aftur í 2015, ynskti eg, sum nývaldur formaður, at Pimmi helt áfram sum nevndarlimur, tí hansara vitan og hegni til menning av fólkaflokshugsjónini, kundu vit ikki verða fyri uttan.

Hann var mín veingjamaður og mentor, tí hansara vitan um so at siga øll viðurskiftir, og hansara opinleiki til altíð at verða til reiðar við einari vegleiðing og svarið, kann ikki samanberast við nakað annað.

Absalon í Buð, ella Pimmi, sum vit øll kenna hann, er ímyndin av fólkaflokshugsjónini og var Fólkafloksmaður um ein háls.

Ein fyrimynd og sum formaður í Norðoya Fólkafloksfelag í mong ár, arbeitt sum slóðbrótari og strembari fyri okkara hugsjón.

Hansara serkøna vitan og serliga nærlagni innan so at siga øll økir, hevur ríkað okkara felagslív og er tann veruliga ímyndin av, at tú við serligum hegni og vitan, kanst siga nógv í stuttum setningum.

Pimmi var ein sera vitugur maður, og tá ið talan er um samfelagsviðurskiftir, so vóru hansara eyðgleiðingar sera beinrakar.

Hann var gløggur og dugdi væl at lýsa støðurnar, sum tær vóru og hevði serliga góðan førleika tá ið talan var um tøl og hagtøl.

Vit kundu altíð lættliga venda okkum til Pimma, fyri at fáa skilagóða ráðgeving og vegleiðing, tí hann var dagførdur og fylgdi sera væl við í øllum, sum fyrifórst.

Hann var ein persónur sum fylgdi serstakliga væl øllum samfelagsviðurskiftum og serliga fiskivinnan hevði hansara áhuga, og innan júst hetta øki, kundi Pimmi metast at vera ein av teim heilt serkønu.

Vit fara øll at saknað Pimma ómetaliga nógv og ynskja at lýsa frið yvir minnini um okkara kæra floksfelaga Absalon í Buð, vanliga nevndur Pimmi!

Símun Gullaksen, formaður
Norðoya Fólkafloksfelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo