40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mikudagin klokkan 17 verður pisufundur á Sandinum í Syðrugøtu.

173 pisur, ið hava gingið á búskapar-, fyrireikingar-, hug- og náttúrubreyt, verða í hesum døgum klaktar á Miðnámi á Kambsdali. Mikudagin eru seinastu próvtøkurnar, og eftir tær er klárt til pisufundin.

Pisurøðurnar í ár halda Niclas Heri Jákupsson, fyrrverandi næmingur á Kambsdali, og Sunniva Waag Dam, núverandi næmingur á Kambsdali.

Tónleikur er sjálvandi á skránni ein hátíðardag sum hendan. Sum vanligt hevur verið í mong ár, spælir Fuglafjarðar hornorkestur, og í ár hava vit eisini stóra heiðurin at bjóða einum av fremstu tónleikarum okkara, Eivør Pálsdóttir,  at framføra á Sandinum í heimbygd síni, Syðrugøtu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo