Frá mánadegnum skulu starvsfólk hjá danska politinum brúka koronapass tá tey eru til arbeiðis.
Eftirlitið verður sum stakroyndir, og tað kann hava starvsrættarligar avleiðingar fyri tey sum ikki fylgja boðunum.
- Vit eru tænastumenn, og harvið undir eini agaskipan. Avleiðingarnar kunnu vera alt frá áminning og ávaring til í síðsta enda uppsøgn, sigur Heino Kegel, sum er formaður í danska politistafelagnum við Jyllandspostin.
Á politistøðini í Havn verður sagt, at skipanin við koronapassi fyribils ikki verður galdandi í Føroyum og Grønlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo