40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er tín avgerð, hvønn týdning tú heldur tað hevur at velja umboð á Fólkating - og ikki minst, hvørja tyngd tú velur av einum valevni í einum flokki, sum stillar upp.

Ein fólkatingssessur er ikki nakað ein eksperimenterar við, verður ein valdur - nei, farast skal til verka beinanvegin at leggja politiskar ætlanir og skapa úrslit.

Eg kenni um nakar politisku spælireglurnar í politikki - og tað er sera týdningarmikið fyri at skapa úrslit.

Eg havi eisini góða politiska dømikraft og havi royndir í altjóða politiskum arbeiði, sum er við til at tryggja góða politiska leiðslu, gott samstarv, og at røttu avgerðirnar verða tiknar til røttu tíðina.

Eg vil halda politisku samstarvslinjuna hjá Sambandsflokkinum.

Fyrrverandi løgmenn vita, hvussu politisk úrslit verða nádd.

Samstarv, tryggleiki og vælferð er sera týdningarmikið í hesum ótryggu tíðum.

Set X við

Kaj Leo Holm Johannesen
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo