Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sitandi samgonga legði frá landi við høvuðsendamáli um at steðga allari politiskari útlutan.

Slagorðini vóru, at nú skuldi øll spekulasjón við veiðuloyvum steðgast.

Føroyar skuldu yvir til eina “marknaðargrundaða skipan”.

Lógaruppskotið fekk navnið “fyrisiting av sjófeingi”.

Sjálvandi skuldi heiti á gomlu lógini um “vinnuligan” fiskiskap strikast, tí navnið gav kenslu av vinnuligum spekulantum, sum høvdu ríkað seg upp við loyvum, sum “tað almenna hevði givið teimum fyri einki”.

Í viðmerkingunum til lógina um fyrisiting av sjófeingi verður millum annað sagt soleiðis:

“Ein liður í teimum nýskipanum, samgongan hevur sett sær fyri í fiskivinnupolitikkinum, er, at farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan...

... Tað skal verða gjørligt hjá fólki og føroyskum feløgum, ið lúka treytir um ognarskap, skatting, manningarviðurskifti o.a., at taka lut í føroyskari fiskiveiðu eftir greiðum og javnbjóðis treytum í eini marknaðargrundaðari skipan”.

Úrslitið kenna vit: 

Vit fingu eina skipan, sum ongin vildi hava og sum ongantíð hevur verið minni “marknaðargrundað” og sum ongantið áður hevur bygt á størri “politiska útlutan” enn júst nú.

Fyrisitingin av sjófeingi hevur nú sett lýsing í bløðini um menningarkvotur. 

Politiska sølubúðin opin: 41.912 tons av svarkafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavsild kunna nú verða útlutað politiskt. 

Dentur í samband við útlutingina veður lagdur á “í hvørjum øki ella økjum í landinum” menningarætlanin skal fremjast og “hvussu menningarætlanin kann skapa viðrisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur”.

Politiskt útlutaðu menningarkvoturnar kunna “latast” í 1 ár, 2 ár, 3 ár ella 4 ár – heilt ókeypis.

Spenningurin er stórur um Heðin Mortensen fær sítt Bacalao, um Pauli Trónd Petersen fær sítt Menningarreiðarí Vestmanna, um Eivind Jacobsen í Sørvági fær rætt í síni “sólskinssøgu”, um Páll á Reynatúgvu slítur samgonguna, tí ongin menningarkvota liggur eftir í Sandoynni, ella um Kristin Michelsen aftur fer at senda tómar ballónir upp um, at hann “ikki fer at stuðla samgonguni”.

Eitt er vist: Menningarkvoturnar eru langt síðani handlaðar og “sólskinssøgurnar” eru langt síðani skrivaðar.

Hvørjir verða “nýggju aktørarnar” sum skulu gera íløgur í nýggj reiðarí, baserað á 1, 2, 3 ella 4 ára loyvir?

Fara kommiserarnir Heri Joensen og Hans Ellefsen, sum eru settir sum kontaktpersónar sambært lýsingini, at gjøgnumskoða um treytin “...menningarkvotur kunnu játtast til persónar ella feløg, ið lúka treytirnar um ognarviðurskifti og at vera heimahoyrandi í Føroyum...”  verður yvirhildin?

Tann, sum tekur endaliga avgerðina um hesa margháttligu politisku útlutan, verður ongin minni enn ovastin sjálvur, Høgni Hoydal, eftir tilmæli frá kommiserunum báðum.

Cirkus Tinganes hjá Annfinni Nielsen hevði formátt sær lítið í hesum døgum.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo