Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Byrjað var við fyrilestrum og venjingum tveir samanhangandi dagar, fríggjadag og leygardag, frá kl. 9 til 15.

Kim Lilholt Ruggaard, sum í fleiri ár hevur undirvíst á Århus Universiteti og Århus  School of Business, stóð fyri undirvísingini báðar dagarnar.

Páll Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur og kunningarráðgevi, fer at taka sær av framhaldandi undirvísingini í heyst.

Umframt grundleggjandi hugtøk í samskifti fara studentarnir at greina samskiftisfyribrigdi, sum eru frammi júst nú, t.d. hugtakið “framing” og sonevndan postfaktualitet. 

Endað verður við almennum seminari leygardagin 18. november. Tá fara innbodnir gestir og studentar at hava stuttar framløgur.

Stórur áhugi hevur verið fyri skeiðinum, deildin hevur fingið nógvar fyrispurningar, og í alt góðar 20 umsóknir vóru. Nú skeiðið er byrjað, luttaka 15 studentar.

Skeiðið í politiskum samskifti er liður í royndunum at menna  eina MA-útbúgving í samskifti á Fróðskaparsetrinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo