Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið Poor Things í Havnar Bio, sum hevur fingið nýggja útgerð, ið varð royndarkoyrd leygarkvøldið, tá felagið vísti The Zone of Interest fyri fullum sali.

Nýggi filmurin hjá grikska meistaranum, Yorgos Lanthimos (f.1973), hevur higartil vunnið 73 virðislønir, m.a. sum besti filmur í Venezia, Golden Globe, og fingið bestu ummæli hjá altjóða ummælarum, sum Peter Bradshaw á The Guardian, sum gevur fult stigatal og sigur: Everything in it - every frame, every image, every joke, every performance - gets a gasp of excitement.

Nýggjasta er, at hann í 11 førum er í uppskoti at vinna ein Oscar.

Eins og allir filmar hjá Lanthimos fer filmurin fram í einum groteskum og ofta perverteraðum umhvørvi, sum er alt annað enn sosialrealistiskt.

Poor Things byggir á samnevndu skaldsøguna hjá skotska Alistair Grey frá 1992, og kann lýsast sum ein romantisk Frankenstein-søga, har Golden Globe og Oscarvirðislønta Emma Stone fær høvuðsleiklutin sum hin unga Bella, ið granskarin Godwin (Willem Dafoe) vekir aftur til lívs.

Undir hansara vernd, letur ein nýggjur heimur seg upp fyri Bellu, men tá hon møtir amoralska advokatinum, Duncan (Mark Rufallo), rýmir hon saman við honum út í heim, vil gera seg leysa av tíðarinnar moraliserandi høftum og fer at stremba eftir javnrætti og frígering.

Yorgos Lanthimos hevur fyrr gjørt filmarnar Dogtooth, The Lobster og The Favourite.

FILMSFELAGIÐ: 31/1 kl 20:00 Poor things (Yorgos Lanthimos 2023 141 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo