Við Cristiano Ronaldo á odda skoraði Portugal øll síni fimm brotsspark, meðan tjóðarhetjan Jakub «Kuba» Błaszczykowski bummaði í fjórða brotssparkinum hjá Póllandi.
Eftir at allir minuttirnir vórðu leiktir, bæði teir vanligu 90 umfrramt tvær ferðir 15, stóð á jøvnum millum Pólland og Portugal, 1-1.
Men eftir brotssparkskappingina gjørdist støðan 4-6 til Portugal, sum so er víðari.
Portugal hevur ikki enn megnað at avgjørt ein dyst eftir vanliga leiktíð undir hesum EM. Hetta var 6. ferð at Portugal fór til longda leiktíð í hesum EM.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo