Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað er ikki sæð áður í nýggjari tíð at ein luttakari til Melodi Grand Prix sangkappingina ikki hevur møtt upp til royndarframførslu. Portugisiski Salvador Sobral kemur ikki til Ukraina fyrr enn tveir dagar áðrenn semifinaluna, verður sagt.

Í staðin fyri at møta sjálvur, sendi hann systrina, Luísa Sobral, sum hevur skrivað portugisiska sangin 'Amar pelos dois'.

Grundin til fráveruna er tó helst væl grundað. 27 ára gamli Sobral er nevniliga sera sjúkur. Fyrst varð hann skorðin fyri brokk, men portugisisku fjølmiðlarnir gita eisini, at tað er galið við hjartanum hjá Sobral. Enntá so galið, at hann helst bíðar eftir eini hjartatransplantatión.

Hetta hevur Sobrel tó ikki vilja váttað sjálvur. Bert sagt, at hann er sjúkur og hevur havt brokk. Tað er systurin, sum hevur givið til kenna, at støðan helst er verri enn tað.

Annars kann Sobrel skriva søgu fyri Portugal í Melodi Grand Prix høpi. Portugal hevur nevniliga ongantíð klára seg væl í vælumtóktu sangkappingini. Besta støða teirra nakrantíð síðan tey fyrsu ferð luttóku í 1964, var í 1996, tá Lúcia Monez fekk eitt sættapláss.

Bookmakararnir hava spátt portugisiska sanginum eina góða støðu í kappingini um 14 dagar. Portugal er annars einasta landið, sum ikki syngur á enskum í ár, skrivar DR.

Meira kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo