Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

TUTL: Nýggja útgávan hjá Marius Ziska, Portur, sum varð givin út 15. juni, er uttan iva mest heilstoypta útgávan hjá bólkinum higartil. Marius Ziska hevur megnað at endurnýgja seg, uttan at fara frá sínum egna sermerkta úttrykki.

Eftir góðu móttøkuna, sum útgávan Home/Heim hjá Marius Ziska fekk – har helvtin av sangunum vóru á føroyskum – tók bólkurin eina avgerð um, at teirra næsta útgáva skuldi øll vera á føroyskum. Hans Marius Ziska, sangari og frontmaður í bólkinum Marius Ziska, hevur gjørt øll løgini, og eru tey síðani arrangerað til eitt heilstoypt verk av øllum limunum í bólkinum. Tað er Hans Jacob Kollslíð, ið eisini skrivaði teir føroysku tekstirnar á Home/Heim, sum hevur skrivað allar tekstirnar á nýggju útgávuni.

Portur er skrivað við tí grundleggjandi tankanum í huga, at menniskja er til við einum innara og einum ytri veruleika, og at tað eru teir fimm sansirnir, ið knýta hesar báðar veruleikarnar saman. Teir fimm sansirnir kunnu sigast at vera portrini, ið menniskja upplivir heimin umvegis. Útgávan er tískil eitt slag av konseptútgávu, har felagsnevnarin fyri sangirnar er, at teir allar á ein ella annan hátt snúgva seg um hvussu menniskja fyriheldur seg til tey sansaárin, ið tað verður ávirkað av í einum ofta kompliseraðum seinmodernaðum heimi.

Kompleksa modernaða menniskja
Sangskrivararnir hava strembað eftir at lýsa tann kompleksitetin, sum tað er, at vera eitt modernað menniskja, og eru onkrir sangir tí friðsælir og droymandi, ímeðan aðrir eru meira spyrjandi og merktir av ørkymlan. Í sanginum Góðvarin mynd verður sjóneykan t.d. sett á ynskidreymin um ein heim, har óskyldin og friðurin ráða, og øll kunnu vera júst tann tey vilja, ímeðan tað í sanginum Vald verður sett fokus á, at ein stórur partur av mannaættini verður stýrdur av náðileysum valdsharrum, peningagirnd o.ø.

Ein ambitiøs útgáva – bæði tekstliga og tónleikaliga
Portur er ein ambitiøs útgáva, bæði hvat tónleiki og tekstum viðvíkja. Útgávan er framleidd av Mikael Blak, sum saman við bólkinum hevur skapt eina sera moderna og tó eksperimenterandi ljóðmynd. Hetta skapar, saman við tí føroyska málinum, og frálíku røddini hjá Hans Marius Ziska, eina heilt sermerkta útgávu, sum eigur at liva upp til sjálvt tær størstu vánirnar.

Tað er Fred Ruddick, ið hevur miksað útgávuna, og legendariski tøkningurin, Greg Calbi úr New York, sum hevur staðið fyri mastringini. Høgni Egholm Magnussen hevur sniðgivið húsan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo