Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Lívlát er ikki deyðin
Lívlát er hetta, at seta førningin av sær við vegin
tað, sum frá fedrunum goymdist,
og sum tú sjálvur søkti, meðan tú førkaði fótin.
Sonurin tekur aftur viðføri títt at bera longur fram á vegin.

(Heðin Brú "Fedranna tala")

Poul Mohr var ein býarmynd á so mangan hátt. Ein rokari, hugfarsligur og íheimiligur. Við honum fór tann seinasti, sum var eftir frá fyrstu ólavsøkuskrúðgonguni í 1942, tá reiðfólk tóku seg saman at seta dám á tjóðarhátíðina. Vilhelm Tórsheim fremstur við Merkinum, síðan Frelsunarherurin blásandi og so reiðfólkini í hvítum skjúrtum. Harvið løgdu tey lunnar undir ta ólavsøku, vit í dag kenna á Vaglinum og á tinghúsvøllinum.

Eitt úrslit av hesum var at Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir. Sjálvandi vann Poul allarfyrstu kappríðingina og hann hevur riðið regluliga síðan. Tá hann fylti 85 fyri trimum árum síðan beyð hann reiðfólkum til sangløtu suðuri á Kirkjubønesi. Men nú bara trý ár seinni reið hann seinasta teinin.

Hetta er nakað av tí, vit minnast Poul fyri. Men hann var annað og so nógv meiri. Hann var vinnulívsmaður og hevði ómetaligan týdning fyri Havnina í áratíggju. Hann arbeiddi á Tórshavnar Skipasmiðju frá 1952 og var stjóri frá 1979 til 2004. Hann var íslendskur konsul frá 1985 til 2007 og var íslandsvinur burturav.

Poul elskaði Havnina og túsundtals fólk minnast hann fyri hansara stuttliga lyndi og rámandi og sniðfundigu viðmerkingar á sínum serliga staðbundna havnarmálføri. Mentamaður burturav. Listilærdur og besnissaður. Og vit kendu hann fyri altíð at siga sína innastu hugsan.

Førningurin hjá Poul Mohr var stórur. Her er nógv at bera víðari. Og her eru mong at flyta førningin longur fram á vegin. Tómrúmið er øgiliga stórt. Havnin hevur mist ein av sínum gitnu og stóru vinnulívsmonnum og eina eyðkenda býarmynd. Gud vælsignið og uggið tykkum øll, ið stóðu honum nær.

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo