

Kreml hevur slept ákærunum ímóti leiðaranum fyri Wagner leiguherin, Jevgenij Prigozjin. Tað skal vera hent, samstundis sum herurin hevur steðgað á og ikki longur er á veg til Moskva.
Samstundis frættist, at Prigozjin skal vera fluttur til Hvítarusslands. Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, hevur sagt, at tað var hann sum fekk Wagner deildirnar at staðga áðrenn tað kom til bardaga við russiskar herdeildir.
Jens Worning, sum er fyrrverandi danskur aðalkonsul í Sankta Pætursborg, heldur, at tað er lítil ivi um, at Putin nú fer at seta Wagner leiðaran uppá pláss.
- Í 20 ár hevur Putin rátt fyri borgum í Russlandi, og tað hevur ongantíð verið nakar ivi um hansara stuðul. Men nú hevur hann ikki tamarhald á støðuni, og hann hevur brúk fyri at statuera eitt eksempul. Hann er ein deyður maður, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo