Sambært óheftu russisku avísini Meduza, gingu tað ikki meira enn tríggir minuttir frá at tíðindini um at privatflogfarið hjá Prigozjin var dottið niður bórust til boðini komu um at Wagner-leiðarin var á ferðafólkalistanum, skrivar norska Dagbladet.
Og hetta er óvanligt tá tað vanliga tekur tímar at fáa ferðafólkalista váttaðan.
Tíðindini um flogvanlukkuna komu 18.57. Tíðindini um at Prigozjin var við flogfarinum komu klokkan 19.00, skrivar russiska avísin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo