40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur nr. 52-099/2021 eftir § 52a í tingskipanini um sølu av vørum ímillum stovnar, frá Frimodt Rasmussen, løgtingsmanni - svaraður av Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum.

Spurningurin var soljóðandi:

- Er nøkur kanning gjørd av, hvussu felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum setur prísirnar á vøru til sjúkrahúsini?

- Um so er at kanning er gjørd, hvat sigur hon so um prísásetingina á vørurnar?

- Selur felagsgoymslan undir Landssjúkrahúsinum vørur til aðrar almennar stovnar?

- Um ja, hvørjir eru hesir stovnar, og hvussu verða prísirnir ásettir?

“Til spurning 1:
Stjórnin á Landssjúkrahúsinum heitti í oktober 2020 á eina grannskoðarafyritøku um at gera eina gjøgnumgongd av goymsluni á Landssjúkrahúsinum. Frágreiðingin varð handað Landssjúkrahúsinum í september 2021.

Orsøkin til,at kanningin varð umbiðin, var millum annað, at spurnartekin varð sett við leistin, sum Landssjúkrahúsið brúkar í sambandi við avrokning av goymsluvørum bæði innanhýsis (t.v.s.til Sjúkrahúsverkið og Heilsutrygd) og uttanhýsis. Harumframt var tað eitt ynski hjá stjórnini, at tað varð gjørd ein fyrisitingarlig grannskoðan av goymsluni.

Til spurning 2:
Frágreiðingin gav ábendingar um, at prísásetingarnar hjá goymsluni vórðu settar í hægra lagi, um sølan eigur at vera útreiðsluneutral.

Tó vísti frágreiðingin eisini, at kanningin hevði veikleikar, tí hon bygdi á sonevndar “standard rapportir” úr goymsluskipanini, ið ikki áður hava verið nýttar til hetta endamál. Eisini vóru kostnaðir gjørdir út frá leysligum metingum, tí neyðug dáta ikki vóru haldgóð. Tí veitir frágreiðingin eisini tilmælir um at styrkja fyrisitingarligar mannagongdir, eitt nú um mett ískoyti fyri flutning við vørukeypi, prísáseting og søluvinning, greining av sølu og vinningi fyri kundar, uppgerð av øðrum kostnaði, skráseting av svinn v.m.

Hesar mannagongdir er goymslan á Landssjúkrahúsinum farin í gongd við, har endamálið er at koma nærri, hvat rætta prísásetingin skal vera fyri t.d. hini sjúkrahúsini.

Til spurning 3:
Ja, goymslan á Landssjúkrahúsinum selur eisini vørur til aðrar almennar stovnar.

Til spurning 4:
Kundarnir hjá goymsluni á Landssjúkrahúsinum eru í høvuðsheitum:
a. Klaksvíkar Sjúkrahús
b. Suðuroyar Sjúkrahús
c. Heilsutrygd
d. Almannaverkið (søla u/játtan) - Talan er her um sølu til bústovnarhoyrandi til Almannaverkið
e. Almannaverkið (søla v/játtan) - Talan er her um sølu til privatar borgarar, ið hava fingið játtan frá Almannaverkinum til ymisk hjálparráð, t.d. blæur, skinnarar o.a.
f. Aðrir kundar

Innanhýsis sølan hjá goymsluni til deildir á Landssjúkrahúsinum er áleið 55% av søluni. Sølan til Heilsutrygd er áleið 30%, meðan sølan til Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús er ávikavist 5% og 2% av samlaðu søluni. Uttanhýsis kundar umfata sostatt bert áleið 8% av samlaðu søluni.

Goymslan á Landssjúkrahúsinum hevur bólkað allar kundar sum antin innanhýsis ella uttanhýsis kundar. Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Heilsutrygd eru mettir at vera innanhýsis kundar, og er søluprísurin á einari vøru tá kostprísurin, íroknað mettan toll-og frakt kostnað og 25 prosent prísískoytið omaná. Allir aðrir kundar eru bólkaðir sum uttanhýsis kundar, og er prísískoytið tá 40 prosent.

Prísískoytið skal rinda fyri annan avleiddan kostnað hjá goymsluni, sum kemur afturat vøruinnkeypið og frakt. Sum áður nevnt, eru ábendingar um, at hetta prísískoytið er í hægra lagi. Prísásetingin hevur verið brúkt síðani  2005, og goymslan er nú í gongd við at endurskoða og dagføra við atliti at tilmælinum, sum frágreiðingin kom við, har tað millum annað verður roknað uppá prísískoytið.

Heilsumálaráðið,15. desember 2021
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo