Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Prísvøksturin heldur fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Tað eru framvegis matvøruprísir umframt hækkandi rentur og streymprísur, sum eru størsta orsøkin til prísvøksturin seinasta árið. Brúkaraprístalið er vaksið 3,7 prosent.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflasjónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri augustmánað í ár.

Prísvøksturin heldur fram, men nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt. Prísvøksturin er nú at kalla á sama stigi, sum hann var í november 2021.

Matur og drykkjuvørur dýrkaðar mest
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er framvegis vøkstur í flestu høvuðsbólkum, tó er størst prísvøkstur í bólkinum 'matur og drykkjuvørur'. Tað er prísurin á matvørum, prísurin á streymi og hækkandi rentur, sum geva størst íkast til prísvøksturin. Prísurin á brennievni til upphiting av býlum og flutning er hækkaður síðani maimánað, men er framvegis lægri enn fyri ári síðani. 

Prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir 8 prosent
Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.

Prísirnir á matvørum hækka framvegis, tó minni enn teir hava gjørt seinastu tvey árini. Frá mai til august eru prísirnir á matvørum hækkaðir 0,4 prosent. Príshækkingarnar á matvørum hava annars ligið millum tvey og næstan fýra prosent hvønn ársfjórðing síðani februar 2022.

Um hugt verður nærri at, hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið serliga hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru prísirnir á breyði og kornvørum, grønmeti og frukt, ið eru hækkaðir nógv. Grønmeti er vorðið góð 13 prosent dýrari hjá húsarhaldunum at keypa. Prísvøksturin á breyði og kornvørum er góð 10 prosent, meðan prísurin á frukt er hækkaður sløk 11 prosent. 

Fiskur, mjólk, ostur og egg eru vorðin lutfalsliga bíligari hjá húsarhaldunum at keypa sammett við hinar matvørubólkarnar seinasta árið. Prísurin á fiski er vorðin góð 4 prosent dýrari seinasta árið. Mjólk, ostur og egg er dýrkað sløk 3 prosent, sum er ein lakari prísvøkstur enn á øðrum matvørum.

Allir matvørubólkar eru vorðnir dýrari seinasta árið. Prísirnir á sukri og góðgæti eru hækkaðir góð 7 prosent. Eisini eru drykkjuvørur hækkaðar í prísi. Árligi prísvøksturin á kaffi, te og kakao er meira enn 18 prosent. 

Rentuhækkingar ávirka prístalið
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir næstan 8 prosent frá august 2022 til august 2023. 

Tað er vorðið dýrari at læna pening til húsakeyp, og rentuútreiðslurnar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Prísirnir á brenniolju, ið fer til upphiting av bústøðum í Føroyum, eru hækkaðir næstan 14 prosent í miðal frá mai til august, men eru 15 prosent lægri enn í august 2022. Tað tálmar tí annars stóra prísvøkstrinum. Umframt at húsaleigan lækkar eitt vet. Tað er fyrstu ferð í mong ár, at húsaleigan lækkar.

Prísvøksturin er størri í øðrum londum
Verður hugt nærri at prísgongdini seinasta árið í londunum kring Føroyar, sæst, at árligi prísvøksturin í august var ikki eins høgur, sum í hinum norðurlondunum og ES-londunum. Tó undantikið í Danmark, har árligi prísvøksturin var enn lakari, nevniliga 2,4 prosent.

Í august var árligi prísvøksturin í Noregi 4,8 prosent. Nú er prísvøksturin í Noregi størri, enn hann er í Føroyum, men til tað kann nevnast, at Noreg hevur havt lakari prísvøkstur enn Føroyar í 2021 og 2022. 

Svøríki og Íslandi hava framvegis stóran prísvøkstur, næstan 8 prosent. Miðal prísvøksturin fyri ES-londini var góð 5 prosent. Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo