

Tíggju fólk doyðu, tá ið eitt privatflogfar datt niður norðan fyri Moskva, skrivar Tass sambært TV 2.
Flogfarið var á veg úr Moskva til St. Pætursborg.
Tríggir flogskiparar og sjey ferðafólk vóru við flogfarinum, sambært Tass.
Tass skrivar eisini at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, var á listanum yvir ferðafólk.
Samtíðis sum Wagner-herurin váttar at Prigozjin er deyður í flogvanlukkini, skrivar herurin at bíðað verður eftir endaligari váttan og skriva:
«Lat okkum vóna tað besta».
BREAKING: Russian mercenary chief Yevgeny Prigozhin was listed as a passenger on a private jet that crashed with no survivors, authorities say https://t.co/wRfQl2Erob pic.twitter.com/4tvtJhn1mi
— Reuters (@Reuters) August 23, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo