Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Foreldrafelagið Sólarljós: Hví hava vit so mong ‘problembørn’? Skúlanæmingar við serligum avbjóðingum eru eftir øllum at døma vaksandi í tali. Kanska ber til at fáa kvalificeraðar metingar av hvussu nógvir hesir næmingar eru í Føroyum, men lat okkum fyribils siga at teir sannlíkt telja tilsamans onkustaðni millum 375 og 750, sig eini 500 næmingar, um vit rokna við at teir umboða millum fimm og tíggju prosent av tilsamans umleið 7.500 næmingum í fólkaskúlanum og frískúlunum.

Hetta eru næmingar sum hava ilt við at fylgja við í tí vanligu undirvísingini, sum hava trupulleikar við samskifti, sum mistrívast í skúlanum ella sum halda seg aftur frá at møta upp uttan neyðturviliga at hava sjónlig tekin um brek ella sjúku. Summir av teimum eru ‘út-agerandi’ tvs. kunnu hava frustratiónir sum teir taka út á síni umgevilsir; ein orsøk til slíkan atburð kann liggja í at skúlin ikki dugir ella hevur orku til at motivera og engagera hesar næmingar. 

Eftir stendur at skúlin fungerar ikki fyri øll, sjálvt um lógin staðfestir at hann skal vera fyri øll. Her vísa okkara royndir, og tær upplýsingar vit fáa frá limum og øðrum, at fokus í ovurstóran mun verður sett á negativar síður hjá slíkum næmingum, so skjótt tað vísir seg at viðkomandi hava avbjóðingar. 

Her ber illa til at yvirdríva týdningin av at fokusera positivt ístaðin. Við at hyggja meira at hvørjar sterkar síður næmingurin hevur, og arbeiða námsfrøðiliga miðvíst og langsiktað við tí persónligu og bókligu menningini av næminginum, fæst ein tilgongd sum leiðir rættan veg. Hetta er ikki rúmdarvísindi og er, sum yrkisfólk eisini vita, ein integreraður partur av mongum leiðandi frymlum og metodum innan námsfrøði og undirvísing. Kortini vísir tað seg, tíverri, at hendan vitan hevur ringt við at vinna frama innan skúlaverkið. Her kann av røttum spyrjast, eins og tað verður gjørt í londum rundan um okkum, um læraútbúgvingin er rætt kalibrerað ídag. Eisini kann hóskandi spyrjast um uppgávan hjá lærarum skal vera at undirvísa ella leiða ella okkurt triðja. 

Óforsvarligt spill
Sum heimskendi undirvísingarstovnurin Feuerstein Institute sigur í ráðum til lærarar: “Um tú ikki ert tilreiðar at hyggja at teimum styrkjum ið tínir næmingar hava, so nert enn minni við teirra veikleikar.”

“Intelligensur er ikki nakað sum liggur fast; tí ein og hvør, uttan mun til aldur, bakgrund ella brek, kann betra sínar kognitivu førleikar,” leggur Feuerstein Institute afturat. “Lykilin til at fáa hetta í lag liggur í menniskjaligari mekling.” 

Og víðari sigur stovnurin: “Ikki sjáldan hava trupulleikar við akademiskum lærugreinum—so sum støddfrøði, søga og vísindi—einki sum so at gera við sjálva lærugreinina. Hinvegin fer kunningin ofta skeiv frá byrjan, á ‘input’ stigi, ið merkir at ein feilur í einari uppgávu í støddfrøði hevur ikki neyðturviliga nakað at gera við støddfrøði, men heldur við at geva gætur til tvær kunningarkeldur samstundis. Vantandi førleiki at skriva ein stíl nýtist somuleiðis einki hava at gera við ring evni at skriva, men heldur miseydnaða planlegging hjá tí ið skrivar. Hesi fyribrigdi føra til at summir næmingar dragna afturúr og teirra støða bara versnar orsakað av at hugt verður framvegis ikki at rótini til hendan trupulleika—vaksandi ójavna í skúlahøpi—í vanligum lestrarætlanum.”

Summi av ‘problembørnunum’ hava umvegis heilsuverkið fingið staðfest eitt nú ADHD, autismu ella annað sum gevur teimum rætt til serliga hjálp innan heilsuverkið, almannaverkið og ella skúlan. Hetta kann ljóða mikið gott, men so einfalt er tað ikki. Tíverri verða summir av hesum næmingum í praksis tigandi avskrivaðir sum ‘mentalt í ólagi’ og harvið helst dømdir til at liva sum ómyndigir og óhjálpnir uttan framtíðarvánir ella møguleika til veruliga útbúgving, arbeiði og virðiligan leiklut sum samfelagsborgarar. 

Les meira: 

https://solarljos.org/problemborn-eiga-foreldur-at-naemingum-vid-avbjodingum-at-faa-lon-fyri-at-hjalpa-myndugleikum-at-gera-sitt-arbeidi/

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo